Munurin millum rættingarnar hjá "Buhloone Mindstate"

Content deleted Content added
sNo edit summary
s Brot á upphavsrættin
 
Linja 1:
 
[[Mynd:De_La_Soul_-_Buhloone_Mind_State.jpg|thumb|right|250px|]]
'''Buhloone Mindstate''' er triðja fløgan hjá [[De La Soul]]. Hon var útgivin í 1993, um tað mundið tá [[hip hop|jazz-hip hop]] var væl umtókt, serliga á eystursíðuni av USA. Hon kom út umleið hálvt ár eftir [[Guru (rapper)|Guru]] útgav fyrstu [[Jazzmatazz]] fløgu sína. ''Guru'' hevur fingið æruna fyri at integrera [[jazz]] í [[hip hop]], sjálvt um hip hop leingi hevur havt nakað av jazz-ávirkni. Hann sang eisini niðurlagið í einum sangi í ''Buhloone Mindstate''. Óneyðugt er at siga at fløgan er sera ávirka av jassi. Hon er minni "ballfokusera", og hevur ein friðarligari stemning, enn aðrar hip hop fløgur í hesi tíðini.
Navnið á fløguni refererar til teirra hugsan sum eina ballón, teir hava ringt við at vera verandi á jørðini nú teir eru kendir. Í innganginum og sanginum "Patti Dooke" siga teir fleiri ferðir "It might blow up, but it won't go pop", altso teir vilja ikki gera popp, sjálvt um teir kunnu vera uppblástir. De La Soul eru júst kendir fyri at vera kreativir og orginalir og at prøva ein nýggjan stíl fyri hvørja fløgu teir geva út.