Munurin millum rættingarnar hjá "Múli"

Content deleted Content added
MGA73 (kjak | íkøst)
→‎Guttormur í Múla: File:MULI 1 ~1.JPG on Commons
Linja 23:
 
=== Guttormur í Múla ===
[[Mynd:MúliMULI 1 ~1.jpgJPG|thumb|left|220px|Í Múla, 2008. Í Múla eru fýra hús, men tey standa øll tóm, tí tey seinastu fólkini fluttu úr Múla í 1992.]]
[[Mynd:Faroe_Islands,_Borðoy,_Múli_(1).jpg|thumb|right|250px|Í Múla, ár 2010. Aftanfyri sæst fjallið Tindur. Har búgva ongi fólk.]]
Kendasti múlamaðurin man vera [[Guttormur í Múla]] (1657 til 1739). Guttormur í Múla varð føddur í [[Haraldssund]]i uml. 1657, yngsti sonur Rasmus Magnusson. Tíverri eru ongar skrivligar keldur, hvørki kirkjubøkur ella skiftibøkur, íð røkka so langt aftur. Gutormur í Múla var tiltikin at duga gand, hann var yngsti sonur Rasmusar í Haraldssundi, ið var sonur Magnus Heinasonar. Fleiri sagnir eru um Guttorm í Múla, ein teirra hevur samband við [[Mykinesfjørður|Mykinesfjørð]]. Guttormur hevði konu úr [[Mykines]]i. Hon æt Billa. Ikki hevði hann verið vestan fyri Leirvíkarfjørð, fyrr enn hann fór at fríggja. Vágamenn førdu hann um mykinesfjørð. Tá ið teir vóru komnir mitt á fjørðin, bóru teir eyga við eitt stórt rekatræ og vildu fegnir fáa tað til sín; men heldur vildi hann sleppa ferðina fram til Mykines alt fyri eitt, og so varð. Hann bað teir miða væl, hvar træið lá, tað kundi vera, teir funnu aftur á tað, tá ið teir fóru úr Mykinesi aftur í [[Vágar]]. Ikki hildu teir líkindi verða til tess, tí [[Mykinesfjørður]] er óføra streymharður. Men tá ið teir vóru á leiðini heim, vórðu teir meira enn bilsnir, tí tá lá træið í sama stað og andøvdi.