Munurin millum rættingarnar hjá "Star Wars"

Content deleted Content added
-XQV- (kjak | íkøst)
s Tók burtur rættingar hjá -XQV- (kjak) til seinastu versjón hjá Addbot
Linja 15:
Hendingarnar í Star Wars miðlum koma fyri í eini fiktivari galaksu (stjørnubreyt). Nógv sløg av [[rúmdarvera|rúmdarverum]] (ofta [[humanoid]]ar) eru lýstar. Robotskir [[droid]]ar eru eisini vanligir og sum oftast bygdir at tæna teirra eigarum. Rúmdarferðing er vanlig og nógvar planetir (gongustjørnir) í galaksuni eru limir í eini [[Galaktiska Republikkin|Galaktiskari Republikk]], seinni umskipað sum [[Galaktiska Imperiið]].
Eitt eyðkent element í Star Wars er “[[Forsan (Star Wars)|Forsan]]”, ein altið hjástødd orka ið kann gagnnýtast av teimum ið hava slíkan eginleika. Hon er lýst í fyrst framleidda filminum sum ”eitt orkufelt, skapað av øllum livandi tingum, ið umringar okkum, gjøgnumtreingir okkum, og knýtir saman galaksuna.” Forsan loyvir brúkarum at framføra ymisk supernáttúrlig roysnisbrøgd, so sum telekinesis, crairvoyans, fyrivitan (precognition), og hugastýring (mind control) og hon kann styrkja serstakar fysiskar eginleikar, so sum skjótleika og refleksir; hesir eginleikar variera ímillum persónsmenskur og kunnu forbetrast ígjøgnum venjing. Hóast Forsan kann verða brúkt til góðgerðir, so hevur hon eisini eina [[Myrka síðan (Star Wars)|myrka síðu]] ið, tá miðað verður eftir tí, gjøgnumsúrgar brúkarar við hatri, aggressión, og óndskapi. Leiklutir í teim seks filmunum hava [[Jedar]]nir ið brúka Forsuna til góðgerðir, og [[Sithar]]nir ið brúka ta myrku síðuna til óndskap í eini roynd at at yvirtaka galaksuna. Í viðkaða [[Star Wars Expanded Universe]], eru nógvir brúkarar av tí myrku síðuni [[Myrkir Jedar]] heldur enn Sithar, serliga orsakað av “[[Reglan um Tvey|Regluna um Tvey]]” (Rule of Two), sí [[Sith Origin]].
*[[wikia:fo.jedipedia|Star Wars wiki]]
 
[[Bólkur:Amerikanskir filmar]]