Munurin millum rættingarnar hjá "J. R. R. Tolkien"

Content deleted Content added
Corrections.
s Tók burtur rættingar hjá 217.172.82.157 (kjak) til seinastu versjón hjá Addbot
Linja 1:
[[Mynd:Tolkien_1916.jpg|thumb|right|180px|J. R. R. Tolkien í [[1916]].]]
'''J. R. R. Tolkien''' ([[3. januar]] [[1892]] í [[Bloemfontein]] – [[2. september]] [[1973]] í [[Bournemouth]]) var rithøvundur. Forbókstavirnir standa fyri nøvnunum '''John Ronald Reuel'''. Hann var [[Ongland|eingilskmaður]], men langt afturi í ættini var ein av forfedrum hansara komin úr [[Týskland]]i, og eftirnavnið ber brá av tí. Hóast bæði foreldrini vóru [[Ongland|ensk]], so var hann føddur í [[Suðurafrika]] í [[1892]]. Faðir hansara var ein av teimum mongu [[Ongland|eingilskmonnunum]], sum fór hagar at fáa eitt livibreyð, og konan kom eisini hagar. Men lítli John livdi bert í [[Suðurafrika]] til hann var trý ár. Pápin doyði, og mamman flutti aftur til [[Ongland]]s. Mamman doyði eisini tíðliga, og hann kom til góð fólk at vera. Gávurnar hevði hann góðar, og fekk hann møguleika til at koma á bestu skúlar.
 
Tá hann var 22 ár brast [[Fyrri heimsbardagi]] á. Hann kom upp í [[Stóra Bretland|bretska]] herin eins og flestu av teimum ungu, ið tá vóru, og hann var í skotgrøvunum á vesturhermótinum í [[Frakland|Norðurfraklandi]]. Hetta var ikki nakað trygt stað at vera. Hann var við í einum bardaga, har 60.000 hermenn doyðu, so har breyt í bæði borð. Tá kríggið var av, hevði hann mist allar sínar bestu vinir, og av teimum, sum gingu í hansara klassa, var hann tann einasti sum livdi. Hetta var bert tí fyri at takka, at hann gjørdist sjúkur og kom burtur frá vígvøllunum.
Linja 12:
Víðagitni høvundurin, J. R. R. Tolkien, gav bókina, The Hobbit, ella There and Back Again, út í 1937, og henda gandakenda og øðrvísi barnabókin varð so væl móttikin, at bókaútgevarin heitti á høvundan um at geva út eitt framhald av henni – hetta gjørdist byrjanin av eini av teimum best kendu bókunum, ið nakrantíð eru skrivaðar: [[Ringanna Harri]]. Fyri at vera ein góður lærari í [[Angulsaksiskt (mál)|angulsaksiskum]] mátti Tolkien tí lesa [[norrønt]], og tað gjørdi hann saman við góðum vinum um [[1930]]. So var tað ein dagin, hann sat og rættaði próvtøkuuppgávur, at hann sá eitt blankt ark inn ímillum. Á tað arkið skrivaði hann: "Í einari holu í [[jørðin]]i búði ein hobbi". Burtur úr hesum kom bókin "[[Hobbin]]" út í [[1937]]. Eftir øllum at døma er [[orð]]ið ''hobbi'' avlagað av onkrum navni fyri [[Huldufólk|huldumann]], og tað hann ger, er tí at greiða frá, hvussu huldumenn eru, og hvat ið teir gera, og hvørjum teir eru saman við. Teir berjast ímóti illum verum, trøllum, [[Eiturkoppur|eiturkoppum]] og øðrum ringum, men teir eru saman við álvum og eisini við monnum, sum teir mangan hjálpa.
 
Fremstur av hobbunum er [[Bilbo Pjøkin|Bilbo ]]Sekkur, sum av Wizard Steve[[Gandálv]]i verður sendur við dvørgum út á eina ferð, ið tekur eitt ár, at vinna á orminum Fede John[[Smáki]]. Hetta eydnast, og hann kemur aftur í øllum góðum við miklum ríkidømi. Men á hesi ferð hevur hann funnið ein gandaring. Tann, sum setir henda ring á fingurin gerst ósjónligur. Bókin um hobban [[Bilbo Pjøkan]] gjørdist sera væl umtókt, og forlagið bað og bønaði professaran um at koma við einum framhaldi. Men hann gav sær góðar stundir, og ár gekk av ári, uttan at forlagið fekk nakra bók. Fimtan ár seinni kom hann so við einum handriti, og tað var framhaldið av [[Søga|søguni]] um ringin. Teir á forlagnum øtaðust við, tí bókin var so stór. Teir spurdu hann um hann ikki kundi minka hana, men tað kom ikki upp á tal, og at enda kom henda bók út í trimum pørtum. Fyrsti partur, »[[Ringliðið]]« kom út í [[1954]], og í [[1955]] komu teir báðir næstu partarnir, »[[Tey bæði tornini]]« og »[[Kongurin kemur aftur]]«.
 
== Tjaldlega við húsini ==
Linja 18:
Í fyrstuni var ikki nógv hóvasták gjørt burtur úr hesum bókum. Harraguð, tað komu so nógvar bøkur út, og hesar vóru stórar og dýrar. Men so hendi tað, at eitt forlag í [[USA|Amerika]] fór at geva út eina piratútgávu, sum tað ikki ætlaði at Tolkien skuldi fáa nakað fyri, so hon kundi seljast bíliga.
 
Serliga í [[1960-árini|sekstiárunum]] gjørdist hon ein rættilig kultbók. Ung fólk lósu hana, og brúkti síðurnar sum rullu pappír til tubbakkið. Tolkien gjørdist navnframur út um alt mark. Hann var jú 63063 ár, tá ið bókin kom út, og tá hann var farin um tey sjúti hendi tað, at ein klassi úr einum studentaskúla í [[Kalifornia]] kom við ugla posturflogfari til [[Ongland]]s í summarfrítíð síni og gjørdi eina tjaldlegu uttan fyri húsini hjá honum fyri at vera í nánd av hesum mæta rithøvundi.
 
== Filmarnir ==