Munurin millum rættingarnar hjá "Javnaðarflokkurin"

Content deleted Content added
Linja 40:
 
[[Mynd:New smyril 12.46 - prime minister Eidesgaard.jpg|thumb|[[Jóannes Eidesgaard]]]]
[[Sosislistiskt Ungmannafelag|SU]], [[Sosislistiskt Ungmannafelag|Sosialistiskt Ungmannafelag]], varð stovnað í [[1965]]. Tað er politiskt ungmannafelag við tilknýti til Javnaðarflokkin. [[Sosislistiskt Ungmannafelag|SU]] er umboðað í leiðslu floksins á líkaføti við øll valfeløgini hjá flokkinum. [[Sosislistiskt Ungmannafelag|SU]] stuðlar Javnaðarflokkin í flestu viðurskiftum, men hevur eisini havt serstøðu um serstøk politisk mál. [[Sosislistiskt Ungmannafelag|SU]] er limur í [[Sosialistisku Ungmannafeløgini Í Norðurlondum|FNSU]], ''Sosialistisku Ungmannafeløgini Í Norðurlondum'', og [[Alheims Felagsskapurin Hjá Ungsosialistum|IUSY]], ''Alheims Felagsskapurin Hjá Ungsosialistum''.
 
Javnaðarflokkurin stovnaði blaðið [[Føroya Social Demokrat]], sum kom út fyrstu ferð [[24. mai]] [[1927]]. Seinni bleiv hetta til tíðindablaðið [[Sosialurin]], har millum blaðstjórarnar kunnu nevnast [[Vilhelm Johannesen]] og [[Jan Muller]]. Blaðið var ogn floksins heilt fram til [[2006]]. Í hesum tíðarskeiðið gjørdist [[Sosialurin]] størsta tíðindablaðið í [[Føroyar|Føroyum]]. Nýtt felag myndað av blaðleiðslu, starvsfólkum og [[Føroya Tele]] yvirtóku [[Sosialurin|Sosialin]] og reka hann í dag sum fjølmiðlafyritøkan [[Miðlahúsið]].