Munurin millum rættingarnar hjá "Globala upphitingin"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Global Temperature Anomaly 1880-2010 (Fig.A).gif|thumb|280px|right|Globalur hitamunum frá 1880 til og við 2010. Null er miðalhitin frá árunum 1951-1980. Tann svarta linjan er tað árliga meðalvirði, meðan tann reyða vísir meðalhitan yvir 5 ár. Teir grønu stáplarnir vísa tann metta feilmarginalin.]]
[[Mynd:Global Warming Map.jpg|thumb|280px|right|Frávik í tí globala meðalhitanum tíðarskeiðið 1999 til 2008 samanborið við meðalhitan fyri tíðarskeiðið frá 1940 til 1980.]]
'''Global upphitingin''' er tað ið man nevnir tað observeraðu upphitingina av jarðarinnar lægru atmosferu og havi síðan 1950-árini umframt tað spádda framhaldið av hesum. í 20. øld vaks tann globali miðalhitin við 0,74 ± 0,18 °[[Celsius|C]].<ref name="naturvardsverket.se"/> Sambært eitt nú klimapanelinum hjá [[FNST]], [[IPCC]], skyldast henda upphiting mest sannlíkt tað at menniskju nýta ov nógv vakstrarhúsgass.<ref name="naturvardsverket.se">http://www.naturvardsverket.se/Documents/publikationer/620-5677-8.pdf naturvardsverket.se - heitið: Sammanfattning för beslutsfattare, IPCCs rapport WG1 2007</ref> Hildið verður eisini, at ikki-menniskjaligir faktorar so sum variasjónir av sólaraktiviteti og vulkanútbrot hevur ávirka eitt tað eitt sindur kaldari síðan ár 1950.<ref name=Hegerl-2001>http://www.ipcc.ch/pdf/assessment-report/ar4/wg1/ar4-wg1-chapter9.pdf heitið: Understanding and Attributing Climate Change. Verk: Climate Change 2007: The Physical Science Basis. Contribution of Working Group I to the Fourth Assessment Report of the Intergovernmental Panel on Climate Change. Dagur: 2007. Útgevari: IPCC Heger, Gabriele C. ''et al.''</ref>
 
Kjakið um eina antropogena upphiting, tað vil siga ein upphiting, ið menniskjan hevur elvt til, hevur vakt stóran ans síðan 1990-árini. Í fleiri førum hava heimsins leiðarar møtt hvør øðrum, fyri at taka avgerð um hvussu útlátið av vakstrarhúsgassum kann avmarkast, eitt nú møttust teir og samdust um [[Kyotosáttmálin|Kyotosáttmálan í 1997]] og møttust á [[Veðurlagsráðstevna Sameindu Tjóða í Keypmannahavn í 2009|veðurlagsráðstevnu Sameindu Tjóða í Keypmannahavn 2009]].