Munurin millum rættingarnar hjá "Glyvra kirkja"

Content deleted Content added
Skótin (kjak | íkøst)
Stovnaði síðu við "Glyvra kirkja er ein kirkja í bygdini Glyvrar á Eysturoy."
 
Skótin (kjak | íkøst)
No edit summary
 
Linja 1:
[[Mynd:Church of Glyvrar, Faroe Islands.JPG|thumb|Glyvra kirkja]]
Glyvra kirkja er ein kirkja í bygdini Glyvrar á Eysturoy.
'''Glyvra kirkja''' er ein kirkja í bygdini [[Glyvrar]] á [[Eysturoy]]. Hon varð vígd [[26. mai]] [[1926]] og endurvígd [[27. september]] [[1981]].
 
Oddamaðurin til Glyvra kirkju var eysturoyarpresturin, og danin [[Kristian Vilhelm Nielsen]], sum var búsitandi á Nesi frá [[1917]] til [[1927]]. Haðani virkaði hann sum einaprestur fyri Eysturoynna.
Í [[1924]] byrjaði kirkjufólkið at savna pening inn til kirkjuna, og annan hvítusunnudag [[1925]] var basarur á Glyvrum. Nevnast kann, at Vilhelm Nielsen keypti kirkjuklokku, vínkannu, kalik, breyðílat, messuakul og ljósastaka í 1927, og vórðu allir lutirnir goldnir av innsavnaðum peningi.
 
Skjótt var farið undir at byggja. Bygginevnd varð sett, og formaður gjørdist K. V. Nielsen prestur sjálvur. Hann hevur teknaði eisini kirkjuna, og kom at standa fyri byggingini.
 
Vilhelm Nielsen legði grundarsteinin [[9. mai]] 1926, og kirkjan varð vígd Kristi himmalferðadag, 26. mai 1927, av Jákup Dahl prósti.
 
Teir ið smíðaðu Glyvra kirkju vóru Jóan Dávid Jacobsen í Niðaragerði úr Søldarfirði, sum var formaður fyri stoypingini og Símun Johannesen úr Fuglafirði, ið var formaður fyri innandura arbeiðinum.
 
Ein munandi útbygging av kirkjuni byrjaði [[11. juni]] [[1980]]. Niels Pauli Hansen, byggimeistari, fyrireikaði og J.P.Gregoriussen, arkitektur, teknaði útbyggingina. Kirkjan var í tí sambandi endurvígd sunnudagin [[27. september]] [[1981]], av Eivind Vilhelm.<ref>www.folkakirkjan.fo</ref>
 
== Keldur ==
[[Bólkur:Kirkjur í Føroyum]]
[[Bólkur:Eysturoy]]