Munurin millum rættingarnar hjá "Bíggjar kirkja"

Content deleted Content added
Skótin (kjak | íkøst)
Stovnaði síðu við "Bíggjar kirkja er kirkja í bygdini Bøur á Vágoy"
 
Skótin (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Church building of Bour, Faroe Islands.JPG|thumb|Bíggjar Kirkja]]
'''Bíggjar kirkja''' er kirkja í bygdini [[Bøur]] á [[Vágoy]]. Hon er vígd tann [[16. oktober]] [[1865]].
 
Stutt eftir hálvan mai í 1865 fóru menn í holt við at byggja nýggju kirkjuna í Bø.
 
Jens Christian Heinesen úr [[Sørvágur|Sørvági]] var valgdur at standa fyri arbeiðinum. Afturat sær hevði hann átta aðrar timburmenn, sum hjálptu honum at smíða og gera ymiskt annað fyrifallandi arbeiði. Hesir menn vóru úr [[Gásadalur|Gásadali]], Bø, Sørvági og [[Miðvágur|Miðvági]].
 
Hildið verður, at kirkjan er bygd á ta gomlu kirkjugrundina, og vert er at geva gætur, at tað var ein munur uppá tríggjar [[alin]] millum ta gomlu og ta nýggju kirkjuna. Líkt kundi verið til, at teir hava skoytt upp í báðar endar, tí tað tykist sum nýggj laðing er í báðum endum. Men á mannamunni verður hildið, at kirkjan varð longd vestureftir.
[[Mynd:Church of Bour, Faroe Islands.JPG|thumb|Inni í Bíggjar Kirkju.]]
Kirkjan er 18 alin til longdar, 11 alin breið (11.5m x 7m).
 
Inni í kórinum er altarið. Har stendur tann tunga altartalvan úr stoypijarni. Tað sigst, at [[Heini í Búri]] í sínari tíð hevur givið altartalvuna, men helst er misskiljing komin í, tí sambært skjølum á Skjalasavninum, er hetta ikki so, tí í fleiri støðum stendur skrivað, at altartalvan er givin av Zacharias Heinesen.
 
Altartalvan varð umvæld í [[1939]], av [[Mikkjal Dánjalson á Ryggi]], sum tá sat í kirkjuráðnum í Bø. Afturat sær hevði hann Aage Heinesen til hjálpar.
 
Uppi yvir altartalvuni hongur ein málningur av Jesusi á krossinum, sum Heini í Búri hevur givið kirkjuni. Hildið verður, at tað er Carl Carlsen, listamálari, ið hevur málað málningin í [[1892]].
 
 
 
 
 
Doypifunturin er dreyaður úr viði og hevur doypifat úr messing.
 
 
 
Í fótskørunum, á loftinum og undir prædikustólinum eru træsnældur, sum somuleiðis eru dreyaðar við rennitóli.