Munurin millum rættingarnar hjá "Polynesia"
Content deleted Content added
EileenSanda (kjak | íkøst) málsligar rættingar og bólkur |
EileenSanda (kjak | íkøst) s eru (fleirtal/plural) |
||
Linja 1:
[[Mynd:Pacific Culture Areas.jpg|thumbnail|Polynesia er merkt høgrumegin og hevur mark við [[Melanesia]] og [[Mikronesia]], ið eisini
'''Polynesia''' (úr [[Grikskt mál|grikskum]] πολύς “mong” og νῆσος “oyggjar”) er eitt landafrøðiligt øki í [[Kyrrahav]]inum. Heiti Polynesia var fyrst brúkt av franska rithøvundanum [[Charles de Brosses]] í 1756 og var eitt heiti fyri allar oyggjarnar í [[Osiania]]. Seinni hevur orðið verið nýtt um ta serstøku regiónina, ið hevur sama átrúnað, mál ella mentan. Oyggjarnar í Polynesia eru tann amerikanski lutstaturin [[Hawaii]], [[Nýsæland]], [[Páskaoyggin]], [[Sámoa]], [[Amerikanska Sámoa]], [[Franska Polynesia]], [[Cookoyggjar]], [[Tokelau]] og nakrar minni oyggjar, sum til dømis [[Marquesasoyggjar]], [[Tuvalu]], [[Niue]], [[Norfolkoy]], [[Pitcairn]], [[Wallis og Futuna]], umframt amerikonsku [[Midwayoyggjar]]nar, [[Johnstonoy]], [[Jarvisoy]], [[Howlandoy]] og [[Bakeroy]]. Heiti verður nýtt um fleiri enn túsund oyggjar í Kyrrahavinum, ið hava somu tilsvarandi átrúnað, mentan, málfamilju ella samfelagsskipanir. Landafrøðiligt er Polynesia trínynt við trimum hornum: [[Hawaii]], [[New Zealand]]i og [[Páskaoyggin]].
|