Munurin millum rættingarnar hjá "New York"

Content deleted Content added
Linja 49:
 
=== 11. september 2001 ===
{{Høvuðsgrein|Yvirgangsálopið 9/11}}
[[Mynd:September 11 Photo Montage.jpg|250px|thumb|Myndir frá 11. september 2001 og frá staðnum í New York, har Tvíburðatornini stóðu.]]
Hin [[11. september]] [[2001]] gjørdist ein dagur, ið setti stór spor fyri eftirtíðina. Tann dagin fóru fleiri [[Yvirgangsálopið 9/11|yvirgangsálop]] og atsóknir fram móti USA innanfyri fáir tímar. Fýra flogfør vóru rænd, og síðan vóru trý av teimum brúkt til at raka bygningar í USA meint. Tann mest álvarsama av atsóknunum, og sum eydnaðist til fulnar fyri yvirgangsmenninar, var álopið á [[World Trade Center]] á [[Manhattan]] í New York City. Har stóðu tvey høghús, sum vóru kend sum [[Twin Towers]] (Tvíburðatórnini). Har vóru nógvar skrivstovur inni í báðum bygningunum, matstovur og mangt annað. Hendingarnar fóru fram um morgunin, amerikanska tíð. Fyrst fleyg eitt flogfar inn í tað eina tornið, sum alt í einum stóð í loga. Umleið ein hálvan tíma seinni kom eitt annað flogfar og rendi inn í hitt tornið. Áðrenn tveir tímar vóru farnir frá tí at fyrra tornið var rakt, rapaðu báðir bygningarnir og nógv fólk doyðu. Tað vísti seg tá, at talan var um sjálvmorðsatsóknir, har yvirgangamenn høvdu tikið ræði á flogførum og stýrdu tey beint inn í týdningarmikil mál í USA. Eitt flogfar fleyg inn í Pentagon-bygningin í Virginia.