Munurin millum rættingarnar hjá "Burma"

Content deleted Content added
Bazzy11 (kjak | íkøst)
Bazzy11 (kjak | íkøst)
Linja 37:
== Politikkur ==
 
[[Than Shwe]] var oddamaður í hernaðarliga einaræðisvaldinum í Burma. Burma var eins og [[Norðurkorea]] eitt serstakliga lukkað land. Tað kom serstakliga til sjóndar í [[2008]], tá ið ein ódn jarðlegði stórar partar av landinum. 100.000 fólk lótu lív, m.a. tí hernaðarvaldið ikki vildi lova neyðhjálparfelagsskapum inn í landið. [[Than Shwe]] og stýrið hansara forfylgdi fleiri fólkasløgum í Burma. Fólk í vesturheiminum kenna kanska best [[Aung San Suu Kyi]], ið vann [[Heiðursløn Nobels|friðarheiðursløn Nobels]] í [[1991]] fyri stríð sítt fyri frælsi í Burma. Sjálvt um flokkurin hjá [[Aung San Suu Kyi]] NLD vann valið í 1990, gjørdist hon ongantíð forseti í landinum. Tað forðaði herurin fyri. Herurin tók valdið í landinum, broytti navnið frá Burma til Myanmar og flutti høvuðsstaðin frá Yangon til Naypyidaw. Í 2011 var hernaðarstýrið koyrt frá eftir at val hevði verið í 2010. Enn hevur herurin grundlógartryggjaðan rætt til sína umboðan í tjóðartinginum, og Aung San Suu Kyi er enn ikki sannførd um, at fólkaræði enn er á veg í landi hennara.
 
== Fólkið ==