Munurin millum rættingarnar hjá "Ísland"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 28:
}}
 
'''Ísland''' ([[Íslendskt mál|íslendskt]]: ''Ísland'') er heimsins norðasta [[tjóðveldi]]. [[Høvuðsstaður]] er [[Reykjavík]], og í landinum búgva umleið 319 túsund [[íbúgvar]]. Av hesum búgva eini 120.000 í [[Reykjavík]]. Hægsti staður í Íslandi er [[Øræfajøkul]], sum er 2119 m. Oyggin er 108.846 km<sup>2</sup>, harav 11.800 km<sup>2</sup> av oynni er [[innlandsísur]]. [[Gjaldoyra]] teirra er [[íslendsk króna]] (ISK). [[Miðallívsævi]]n í landinum er 80 ár.<ref name="cia">[https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/ic.html CIA World Factbook]</ref> Ísland hevur verið undir [[Noreg|norskum]] og [[Danmark|donskum]] [[harradømi]], til landið í [[1944]] fekk [[fullveldi]]. Ísland var undir norskum stýri í árunum [[1262]] til [[1380]] og donskum stýri frá [[1380]] til [[1944]].
 
Íslendskur [[tjóðardagur]] er [[17. juni]]. Íslendingar hava valt føðingardagin hjá Jón Sigurðssyni, tjóðarhetju, sum sín tjóðardag.
 
== Søga ==
Linja 57:
Ísland hevur verið tað av [[Norðurlond]]um, sum eina harðast hevur verið ímóti limaskapi í [[ES]]. Hendi tað, so fór allur tjóðskapur og samleiki og sjálvsavgerðarrættur fyri bakka. Men meina fíggjarkreppan í Íslandi seinastu tíðina hevur fingið stóran part av íslendingum at hálsa um. Seinastu meiningakanningarnar vísa, at heili 80 pst. av íslendingum halda, at Ísland eigur at søkja um [[ES]]-limaskap.
 
11. juni [[2010]] samtykti íslendska stjórnin at broyta vígslulógina soleiðis, at [[samkynd]] hava rætt til at giftast í landinum. Lógin er broytt soleiðis, at hjúnaband er millum "mann og kvinnu, "mann og mann" og "kvinnu og kvinnu". Tað Íslendska Altingið samtykti lógina við 49 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Ísland er tað einasta landið í heiminum, sum hevur havt ein [[samkynd]]an stjórnarleiðara. Tað er tann 69 ára gamla [[Jóhanna Sigurðardóttir]], ið sat frá 1. februar [[2009]] til 23. mai [[2013]].
 
=== Menningarhjálp ===
Linja 65:
== Fólkið ==
 
327325.050671 fólk búgva í Íslandi (í jan [[2014]]). Av hesum býr meiri enn helmingurin um [[Reykjavík]]arleiðina. Eins og hjá okkum eru menninir betri umboðaðir í íslendska fólkatalinum enn kvinnurnar. Í 2014 eru 164.130 menn og 162.920 kvinnur. Næstan 24.000 av teimum, sum búgva í Íslandi, eru útlendskir ríkisborgarar. Størsti parturin av fólkinum býr í sunnara og vestara partinum av landinum, har veðurlagið hevur tann rætta hitan, orsakað av havstreyminum. 1 % av fólkinum eru ikki lesifør og 8 % av fólkinum er arbeiðsleys<sup>2</sup>. Vinnuloysið var eitt hitt lægsta í [[Evropa]] í [[2007]] (1 %).
 
=== Átrúnaður ===
 
[[Víkingar]]nir høvdu fleiri ymiskar gudar. Áðrenn teir vórðu [[Kristindómur|kristnaðir]], skrivaðu teir spennandi sagnir um norrøna gudaheimin. Men henda trúgvin megnaði ikki at standa ímóti [[Kristindómur|kristindóminum]], ið kom til Íslands um leið ár [[1000]], tá ið víkingaøldin var um at vera liðug.
 
Í fólkakirkjuni eru 90,5% av íslendska fólkinum limir. Tríggjar evangelisk-lutherskar fríkirkjur eru í Íslandi, og tær hava 3,5% av fólkinum sum limir. Síðan [[1944]] hevur kirkjumálaráðharrin staðið fyri øllum viðurskiftum í [[Kirkja|kirkjuni]]. Biskuppurin er hægsti kirkjuligi myndugleiki; biskuppur og [[kirkja]]n avgera hvat skal ganga fyri seg í kirkjuni. Minni enn fjórðingurin av prestunum eru kvinnur. Tann fyrsti kvinnuligi presturin fekk starv í [[1974]]. Kvennakirkjan hevur kvinnugudstænastu eina ferð um mánaðin.
Linja 90:
== Landafrøði ==
 
Ísland er næststørsta [[oyggj]] í [[Evropa]] og er 103.000 km<sup>2</sup> til støddar. Oyggin er 500 km long eystur og vestur, og 313 km breið suður og norður. Ísland er háslætti á [[Norðuratlantshavsrygg]]i. Fleiri hundrað [[gosfjøll]] eru í landinum, men bert uml. 30 eru virkin. Mikil hiti í undirgrundini elvir til, at heitt vatn rennur og spríkur upp úr jørðini. Ongastaðni í heiminum eru so nógvar [[heitar keldur]] sum í Íslandi, og í mongum býum verður heita vatnið nýtt at hita hús við. Umleið 90 % av húsarhaldunum eru upphitað við jarðarhita.
 
Hægsta fjall er [[Øræfajøkul]], sum er 2110 m. høgt.