Munurin millum rættingarnar hjá "Ísland"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 11:
forseti = [[Ólafur Ragnar Grímsson]]|
løgmaður_heitið = Forsætisráðharri|
løgmaður = [[JóhannaSigmundur SigurðardóttirDavíð Gunnlaugsson]]|
 
vídd = 103.125|
Linja 28:
}}
 
'''Ísland''' ([[Íslendskt mál|íslendskt]]: ''Ísland'') er heimsins norðasta tjóðveldi. [[Høvuðsstaður]] er [[Reykjavík]], og í landinum búgva umleið 319 túsund [[íbúgvar]]. Av hesum búgva eini 120.000 í [[Reykjavík]]. Hægsti staður í Íslandi er [[Øræfajøkul]], sum er 2119 m. Oyggin er 108.846 km<sup>2</sup>, harav 11.800 km<sup>2</sup> av oynni er [[innlandsísur]]. [[Gjaldoyra]] teirra er [[íslendsk króna]] (ISK). [[Miðallívsævi]]n í landinum er 80 ár.<ref name="cia">[https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/ic.html CIA World Factbook]</ref> Ísland hevur verið undir [[Noreg|norskum]] harradømi og undir [[Danmark|donskum]] [[harradømi]], til landið í [[1944]] fekk [[fullveldi]]. Ísland var undir norskum stýri í árunum [[1262]] til [[1380]].
 
Íslendskur tjóðardagur er [[17. juni]]. Íslendingar hava valt føðingardagin hjá Jón Sigurðssyni, tjóðarhetju, sum sín tjóðardag.
 
== Søga ==
Linja 40:
Íslendska húsarhaldið hevur altíð verið bundið at fiskiskapi. Av teirri grund flutti Ísland fiskimarkið út á 200 fjórðingar í [[1979]], men tað var við tógvið stríð og nógv rok á fiskigrunnunum. [[Hav]]ið uttanum Ísland er reint, millum annað tí Ísland ikki sjálvt er eitt [[Dálking|dálkandi]] land. Í [[hav]]inum kring Ísland er ein rúgva av fiskasløgum, m.a. [[toskur]], [[hýsa]], [[lodna]], [[upsi]], [[sild]] og [[kalvi]]. Av skeljadjórum, sum nógv er til av, kann nevnast [[jomfrúhummarar]], [[rækjur]] og [[jákupsskeljar]]. Fiskiflotin er nýmótans og telist millum teir best útgjørdu í heiminum. Útflutningurin av fiskavørum er megin­parturin frystur [[fiskur]], men teir útflyta eisini turran fisk, saltfisk, niðursjóðaðan fisk, fiskaolju og fiskamjøl.
 
Bert 1 % ella 1030 km<sup>2</sup> av Íslandi er dyrkað jørð. Grasið verður mest brúkt til [[jóturdýr]], men eitt sindur av hoyggi selja teir av landinum. [[Seyður|Áseyðatalið]] liggur um 500.000. Hvørt heyst verður umleið helvtin av stovninum slaktaður. Neytini eru uml. 75.000, rossini uml. 77.000, svín uml. 4.000 og høsn uml. 160.000. Um heystið verður á [[Rossur|rossabaki]] farið eftir [[Seyður|seyðunum]], sum verðaverður riknirrikin í eina serliga rætt, sum líkist einari karrusel. Fyrst verða allir [[Seyður|seyðirnir]] riknir inn í miðjuna á rættini, og so verða teir býttir út til eigararnar, sum hvør eigur eina rætt út frá miðjuni. [[Seyður|Seyðirnir]] eru markaðir, so hvør kennir sínar. Ísland flytir [[Seyður|seyðakjøt]] av landinum, og einki verður flutt inn. Eitt sindur av ullarvørum vera eisini útfluttar.
[[Mynd:Icelandic_sheep_summer_06.jpg|thumb|right|250px|[[Seyður]]]]
Í Íslandi er lítið av ráevnum, men tað er hampiliga lætt at fáa fatur í orku. Hetta hevur havt við sær, at teir hava bygt sínar egnu verksmiðjur, ið framleiða burtur úr innfluttum rá­evnum. Henda fram­leiðsla hevur stóran týdning fyri út­flut­ning­in. Nærindis [[Reykjavík]] liggur ein nýmótans [[aluminium]]s verksmiðja. Fyri at tað skal bera til at framleiða [[aluminium]], noyðast teir at innflyta rávøruna, og framleiðslan má hava nógva og bíliga el-orku. Til at framleiða eitt tons av [[aluminium]], mugu teir hava 22.000 Kwh. Í [[1988]] brúkti verksmiðjan 33,5 % av allari el-orkuni, sum varð framleitt í Íslandi. Verksmiðjan var bygd í [[1968]], og har arbeiða 600 fólk. Hon liggur tætt við strondina, so tað er lætt at lossa málmin, ið kemur frá [[Avstralia]], [[Afrika]] og [[Grønland]]i. Ætlanir eru nú um at byggja eina verksmiðju aftrat, tætt við ta gomlu.
 
[[Seyður]] hevur altíð havt ómetaligan týdning fyri Ísland. Í øldir hava fólk hórað undan orsakað av [[Seyður|seyðinum]]. Av [[Seyður|seyðinum]] fingu fólk bæði [[Matur|mat]] og klæði. Í gomlum døgum mjólkaðu íslendigar eisini [[Seyður|seyðunum]] og brúktu seyðamjólkina til "skýrskyr". Tað gera tey ikki longur, men tey eta nógv [[Seyður|seyðakjøt]], og av tí bleytu ullini gera teir teppir, klæðir og o.m.a.
 
[[Bruttotjóðarúrtøka]] fyri hvønn íbúgva í landinum er [[USA Dollari|$]] 38.800 ([[2007]]).<ref name="cia" />
Linja 53:
Ísland er eitt tjóðveldi, sum verður stýrt av einari stjórn. Stjórnin er [[Altingið]], sum er tað íslendska tingið, og forsetin. Forsetin, sum ikki er limur í nøkrum politiskum flokki, verður valdur 4. hvørt ár. Tað eru 63 fólkavald umboð í Altinginum úr øllum teimum politisku flokkunum. Ísland hevur sum einasta land í heiminum ein politiskan kvinnuflokk.
 
Ísland hevur ongantíð havt hermegi, men í [[1951]] gjørdu Ísland og [[USA]] avtalu um, at ein [[NATO]] støð skuldi vera í Íslandi. Hon er í [[Keflavík]], og er ein heimur fyri seg.
 
Ísland hevur verið tað av [[Norðurlond]]um, sum eina harðast hevur verið ímóti limaskapi í [[ES]]. Hendi tað, so fór allur tjóðskapur og samleiki og sjálvsavgerðarrættur fyri bakka. Men meina fíggjarkreppan í Íslandi seinastu tíðina hevur fingið stóran part av íslendingum at hálsa um. Seinastu meiningakanningarnar vísa, at heili 80 pst. av íslendingum halda, at Ísland eigur at søkja um [[ES]]-limaskap.
 
11. juni [[2010]] samtykti íslendska stjórnin at broyta vígslulógina soleiðis, at [[samkynd]] hava rætt til at giftast í landinum. Lógin er broytt soleiðis, at hjúnaband er millum "mann og kvinnu, "mann og mann" og "kvinnu og kvinnu". Tað Íslendska Altingið samtykti lógina við 49 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Ísland er tað einasta landið í heiminum, sum hevur havt ein [[samkynd]]an stjórnarleiðara. Tað er tann 69 ára gamla [[Jóhanna Sigurðardóttir]], ið sat frá 1. februar [[2009]] til 23. mai [[2013]].
 
=== Menningarhjálp ===
 
Íslendska stjórnin letur 57,6 evrur í almennari [[menningarhjálp]] fyri hvønn íbúgva í Íslandi í 2013 <ref>http://epp.eurostat.ec.europa.eu/tgm/table.do?pcode=tsdgp520&language=en</ref>. Tað er minst av øllum [[Norðurlond]]um. 57,6 evrur fyri hvønn íbúgva í Íslandi er bert ein tíggjundi partur av tí, sum [[Noreg]] letur; 689 evrur fyri hvønn íbúgva í Noregi. [[Svøríki]] letur 426 evrur í almennum stuðli fyri hvønn íbúgva, [[Danmark]] 378 og [[Finnland]] 187,5. Íslendska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at minka játtanina til stuðul í 2014
 
== Fólkið ==
Linja 81:
Fyrsta universitetið í Íslandi var sett á stovn í [[1911]]. Útbúgving hevur altíð verið raðfest frammaliga í Íslandi. Íslendingar hava verið kendir fyri at lesa í útlandinum, ikki bara í [[Danmark]] og [[USA]] sum teir felstu gera, men eisini í nógvum øðrum londum. [[Føroyar]] hava leingi havt gott samband við Ísland, men kortini hava ikki nógv leita sær til Íslands at lesa hægri lestur. Tey sum eru farin hava fyri tað mesta lisið íslenskt ella ymsar listagreinir, serliga [[Tónleikur|tónleik]]. Nú eru nógv skeið fyriskipaði á enskum og tískil er tað lættari hjá útlendskum studentum at lesa í Íslandi.
 
10 stovnar bjóða hægri lestur í Íslandi. 8 av teimum eru góðkendir sum universitet, men bara eitt av teimumteirra veitir allar tær vanligu universitets lærugreinirnar. Hini hava øll lagt seg eftir nøkrum fáum lærugreinum ella í summum førum barabert einari lærugrein.
 
Útbúgvingarskipanin í Íslandi er skipað á sama hátt, sum í nógvum øðrum londum við bachelorstigi og masterstigi. Ein bachelorútbúgving tekur vanliga 3-4 ár og ein masterútbúgving vanliga tvey ár. Einstakar útbúgvingar hava fimm ella seks ára normeraða lestrartíð. Millum annað løgfrøði (5 ár), lækni (6 ár) og tannlækni (6 ár).
 
Flestu útbúgvingunum er frálæran á [[Íslendskt (mál)|íslendskum]], men fleiri og fleiri veraverða nú eisini á [[Enskt (mál)|enskum]]. [[Háskóli Íslands]] í [[Reykjavík]] er tann stovnurin, sum hevur flestu tilboðini á [[Enskt (mál)|enskum]]. [[Háskólinn í Reykjavík]] ([[Enskt (mál)|enskt]]: ''University of Reykjavik'') er eitt privat universitet undir íslendska handilskamarinum. Millum annað fæst BS útbúgving teldufrøði og BS útbúgving í 'business administration' á skúlanum.
[[Mynd:Map_of_Iceland.svg|thumb|right|250px|Kort av Íslandi]]
 
== Landafrøði ==
 
Ísland er næststørsta oyggj í [[Evropa]] og er 103.000 km<sup>2</sup> til støddar. Oyggin er 500 km long eystur og vestur, og 313 km breið suður og norður. Ísland er háslætti á [[Norðuratlantshavsrygg]]i. EiniFleiri 30 virkinhundrað [[gosfjøll]] eru í landinum, men bert uml. 30 eru virkin. Mikil hiti í undirgrundini elvir til, at heitt vatn rennur og spríkur upp úr jørðini. Ongastaðni í heiminum eru so nógvar [[heitar keldur]] sum í Íslandi, og í mongum býum verður heita vatnið nýtt at hita hús við. Umleið 90 % av húsarhaldunum eru upphitað við jarðarhita.
 
Hægsta fjall er [[Øræfajøkul]], sum er 2110 m. høgt.
Linja 96:
 
=== Jarðfrøði ===
Jarðarskorpan er stórar [[Meginlandarák|plátur]], sum flyta seg spakuliga sum ísur á vatni. Sumstaðni brotna [[Meginlandarák|pláturnar]], men aðrastaðni verða tær trýstar ella eltar saman. Í saman­komingunum eru ofta [[eldgos]] og [[jarðskjálvti]]. Ísland er á [[Norðuratlants­rygg]]inum, sum gongur mitt norður ígjøgnum [[Atlantshav]]ið. Á hesum ryggi koma tvær [[Meginlandarák|jarðarplátur saman]], [[Evrásiapláta|Evrasiatiska plátan]] og [[Norðuramerikapláta|Amerikanska plátan]]. [[Meginlandarák|Pláturnar]] flyta seg hvør sín veg, 1-2 cm um árið. [[Eldgos]] hava verið nógvastaðni á rygginum.
 
Í Íslandi eru nøkur av virknastu [[eldgosgosfjøll]]um í heiminum. Í Íslandi eru fleiri enn 30 virkin [[eldgosgosfjøll]], og síðan landnámið hevur [[eldgos]] verið í miðal fimta hvørt ár. [[Eldgos]]ini eru í beinari linju úr [[Norðuratlantsrygg]]inum, sum gongur í landnyrðing ígjøgnum Ísland. Yngstu grótsløgini eru mitt í landinum, og tey elstu eystan fyri og vestan fyri [[gosfjøll]]ini. Har [[eldgos]]ini eru í Íslandi, kemur jarðarhitin upp. Rundan um tær heitu keldurnar eru øki, sum ikki eru so heit. Har eru teir heitu svimjihyljarnir. Jarðarhitin er íslendingum til stórt gagn. Teir brúka hann at hita sethús og vakstrarhús við og til serídnað. 86 % av íbúðunum í Íslandi eru hitaðar við jarðarhita.
 
=== Býir ===