Munurin millum rættingarnar hjá "Fløgg"

Content deleted Content added
Linja 9:
Okkara flagg, [[Merkið]], er millum heimsins yngstu. Tað fekk gildi [[25. apríl]] í [[1940]], tá ið [[Ongland|enska]] stjórnin viðurkendi tað.
 
Til [[1940]] var ''[[Dannebrog]]'' almenna flagg føroyinga. Men tá ið [[Týskland|týskarar]] høvdu hersett [[Danmark]], og onglendingar [[Føroyar]], var einki samband millum londini, og teir sameindu vildu ikki, at vit skuldu brúka danska flaggið, men tað føroyska, sum [[Jens Oliver Lisberg]] hevði teknað í [[1919]]. I bæði 1920- og 1930-árunum var mangan hart stríð í Føroyum millum [[Føroyska sjálvstýrisrørslan|sjálvstýrissinnaðar]] føroyingar og danskar myndugleikar um [[Merkið]].
 
Flaggað verður ymiskar hátíðardagar, til dømis [[Ólavsøka|ólavsøkudag]], [[Jól|1. jóladag]], nýggjársdag, [[Páskadagur|1. páskadag]], [[Flaggdagurin|flaggdagin]], [[Arbeiðaradagur|arbeiðaradagin]] o.a. [[Langafríggjadagur|langafríggjadag]] og [[Minningardagur teirra sjólátnu|minningardag teirra sjólatnu]] verður flaggað lágt. Í álmanakkanum er yvirlit yvir almennar [[flaggdagar]].
 
== Sí eisini ==