Munurin millum rættingarnar hjá "Tjóðgarðar"

Content deleted Content added
No edit summary
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Zion_angels_landing_view.jpg|thumb|right|250px|At verja hótt [[dýr]] eru stór øki løgd av sum friðingarøki og tjóðgarðar í [[Norðuramerika]]. Í [[USA]] eru fleiri enn 6,770 tjóðgarðar ella friðlendi, sum tilsamans eru meira enn 2,607,131 km<sup>2</sup> til støddar. Henda myndin er av [[Zion National Park]] í [[Utah]].]]
'''Tjóðgarðar''' er ein vanligur máti at varðveita eitt virðismikið náttúruumhvørvi og mentanarumhvørvi. Tað er eitt øki, sum er friðað, so at náttúruvirði ella mentanarlig virði kunnu verða vard.<ref>[http://www.denstoredanske.dk/Natur_og_milj%C3%B8/Milj%C3%B8_og_forurening/Naturbeskyttelse/nationalparker?highlight=nationalparker http://www.denstoredanske.dk/nationalparker]</ref> Sum oftast hava øll atgongd til ein tjóðgarð, men reglur eru fyri, hvat er loyvt ella ikki loyvt at gera har. Reglurnar eru ógvuliga ymiskar frá einum tjóðgarði til annan, og úr einum landi í annað. Fyrsti tjóðgarðurin í verðini varð stovnaður í [[Wyoming]] í 1872 - [[Yellowstone National Park]].<ref>https://snl.no/nasjonalparker</ref> Í [[Norðurlond]]um kom tann fyrsti tjóðgarðurin í [[Svøríki]] í 1909; har eru nú til samans 29 tjóðgarðar. Í [[Finnland]]i eru 35 tjóðgarðar, í [[Noreg]]i eru 37<ref>https://snl.no/nasjonalparker_i_Norge</ref>, í [[Danmark]] eru 5, og í [[Ísland]]i eru 3. Tann størsti tjóðgarðurin í verðini er í [[Grønland]]i. Í [[Føroyum]] er eingin tjóðgarður enn, men tað verður tosað um at gera tjóðgarð í [[Hvannhagi|Hvannhaga]] og í [[Koltur|Koltri]]. Koltursbóndin saman við [[Búnaðarstovan|Búnaðarstovuni]] og landsstýrismaðurin í búnaðarmálum setti fram uppskot um at gera tjóðgarð í Koltri. Búnaðarstovan fyrisitur alla almenna jørð í [[Føroyum]], ið ikki er fyrisitin ella skrásett sum ogn hjá øðrum almennum stovni. Ein arbeiðsbólkur varð settur at gera eitt tilmæli til landsstýrismannin, men hesin bólkur steðgaði upp tá stjóraskiftið varð á Búnaðarstovuni. [[Landsstýrismaður]]in hevur heitt á Búnaðarstovuna um at taka málið uppaftur.<ref> http://www.logting.fo/files/casestate/13333/117.12%20Skjal%208%20Bunadargrunnurin.pdf</ref><ref> http://www.tinganes.fo/logir/alit/2006.04%20Fyrsta%20tilm%C3%A6li%20fr%C3%A1%20arbei%C3%B0sb%C3%B3lki,%20sum%20stendur%20fyri%20verk%C3%A6ltan%20at%20skipa%20fyri%20var%C3%B0veiting%20av%20ognunum%20%C3%AD%20Koltri%20og%20n%C3%A1tt%C3%BArusavni%20har.pdf</ref>
 
== Sí eisini ==