Munurin millum rættingarnar hjá "Svøríki"

Content deleted Content added
VerdunamMoa (kjak | íkøst)
No edit summary
No edit summary
Linja 44:
 
Ikki er óvanligt, at svensk húski eiga summarhús - 600 000 summarhús eru í Svøríki. Tey eru bygd úr viði, ofta reyðmálað, og standa niðri við strondina, við vøtnini, í skógunum ella uppi í fjøllunum. Her kunnu troytt býarfólk taka sær av løttum í vikuskiftunum og frítiðini. Vanligt er eisini at leiga útlendskum ferðafólki húsini. Mong útlendsk ferðafólk koma til Svøríkis, helst um summarið.
 
== Tilflyting ==
[[Mynd:Rinkeby,_flygfoto_2014-09-20.jpg|thumb|right|250px|Í [[Rinkeby]], sum er ein forstaður í [[Stockholm]], búgva umleið 17.000 fólk. Umleið 9 av 10 av teimum eru av útlendskum uppruna.<ref>http://www.regjeringen.no/en/dep/bld/documents/nouer/2011/nou-2011-14/13/4/2.html?id=651002</ref><ref>http://www.vg.no/nyheter/utenriks/sverige/arbeidsloeshet-skaper-uro-i-sverige/a/10008544/</ref>]]
Síðan [[1970-árini]] er Svøríki vorðið alt meiri fjølmentað samfelag; hesi seinastu áratíggjuni hevur verið ein sera stór tilflyting úr [[Miðeystur|Miðeystri]], [[Jugoslavia]] og londum í [[Ásia]] og [[Afrika]].<ref>http://www.ssb.no/befolkning/artikler-og-publikasjoner/innvandrere-i-norge-sverige-og-danmark</ref> Í Svøríki eru umleið 20 prosent av íbúgvunum tilflytarar ella hava foreldur, ið eru tilflytarar. Næstan ein triðingur av tilflytarunum er úr [[Finnland]]i, og næststørsti bólkurin er tilflytarar úr teimum londum, sum áður vóru [[Jugo­slavia]]. Meginparturin av tilflytarunum býr í stórbýunum, serliga í ávísum forstøðum, t.d. [[Rosengård]] og [[Rinkeby]].<ref>http://www.regjeringen.no/en/dep/bld/documents/nouer/2011/nou-2011-14/13/4/2.html?id=651002</ref> Tilflytingin tók av álvara dik á seg í 1970-árunum. Til­flyt­arar komu fyrst og fremst fyri at arbeiða á verksmiðjum, tí stórur tørvur var á arbeiðsmegi. Nú á døgum eru tað fyrst og fremst [[flóttafólk]], sum koma til [[Skandinavia]]. Onnur koma, tí at tey longu hava skyldfólk í landinum.<ref> http://www.norden.org/no/fakta-om-norden-1/befolkning</ref><ref>http://www.nettavisen.no/na24/1-av-5-innvandrere-i-europa-ender-opp-i-sverige/8486866.html</ref>
 


Øll londini í [[Skandinavia]], Svøríki undantikið, seta krøv um [[mál]]- og samfelagskunnleika til ríkisborgararætt. Svøríki loyvir harafturat dupultan ríkisborgararætt. Møguleiki er at fáa ríkisborgararætt eftir at bara hava búð í Svøríki í fimm ár.<ref>http://www.tinganes.fo/logir/alit/2011.03%20Integrati%C3%B3ns%C3%A1lit.pdf</ref> Tað almenna kravið í [[Danmark]] er, at viðkomandi skal hava búð í Danska ríkinum í minsta lagi 9 ár. Danmark (og [[Norra]]) loyvir ikki dupultan ríkisborgararætt, t.e. at útlendingar er ríkisborgari í Danmark og í gamla landinum samstundis. Svøríki setur hvørki málslig krøv ella krøv til at viðkomandi skal hava verið við í innleiðsluskeiðum, tá ið ríkisborgararættur verður givin. Svøríki hevur eitt innleiðslutilboð til nýggjar útlendingar; útlendingurin fær tilboð um undirvísing í máli, samfelagslæru og lærir um arbeiðsmarknaðarviðurskifti. Svøríki hevur smíðað lógirnar soleiðis, at borgarlig og sosial rættindi eru tey somu fyri útlendingar sum fyri landsins borgarar. Í flestu øðrum londum í [[Evropa]] eru tey sosialu rættindini ikki eins góð fyri útlendingar, sum fyri triðjalandsborgarar, serliga um talan ikki er um [[flóttafólk]]. Tá ið ein persónur er fluttur til Svøríkis er ongin rættarligur munur á viðurskiftinum millum hann og ein svenskara.<ref>http://www.tinganes.fo/logir/alit/2011.03%20Integrati%C3%B3ns%C3%A1lit.pdf </ref> Øll londini í [[Skandinavia]], uttan Svøríki, hava eisini okkurt forsyrgjarakrav, tá ið søkt verður um familjusameining við ein hjúnafelaga.<ref>http://www.tinganes.fo/logir/alit/2011.03%20Integrati%C3%B3ns%C3%A1lit.pdf</ref>
 


Svøríki hevur m.a. tikið ímóti fleiri flóttafólkum úr [[Irak]] enn [[USA]] og [[Kanada]] tilsamans.<ref> http://www.thelocal.se/20080411/11040</ref><ref> http://www.nbcnews.com/id/25004140/ns/world_news-europe/t/little-baghdad-thrives-sweden/#.VF_bClPF_Kk</ref><ref> http://atlanticreview.org/archives/1054-Small-Town-in-Sweden-Accepted-More-Iraqi-Refugees-than-the-Entire-United-States.html</ref> Í Svøríki eru umleið 1,3 prosent av íbúgvunum tilflytarar úr [[Irak]].<ref>http://www.ssb.no/befolkning/artikler-og-publikasjoner/innvandrere-i-norge-sverige-og-danmark</ref> Í dag búgva einar 400.000 [[muslimar]] í Svøríki.<ref>https://snl.no/islam</ref>
 

[[Svensku Demokratarnir]], sum eru sera atfinningarsamir móti tilflytarum, eru triði størsti flokkur í ríkisdegnum í 2014. Flokkurin fekk 13 prosent av atkvøðunum í 2014, og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum á valinum í 2010. Men eingin vil samstarva við Svøríkis-Demokratarnar, hvørki tey [[Vinstrahallur politikkur|reyðu]]- ella [[Høgrahallur politikkur|borgarligu]] flokkarnir.<ref> http://www.nrk.no/verden/sd-pa-frammarsj-i-sverige-1.11926209</ref>
 
== Mentan ==