Munurin millum rættingarnar hjá "Kalifornia"

Content deleted Content added
Linja 98:
=== Landbúnaður ===
 
Í Kalifornia er meginparturin av landinum [[oyðimørk]], men nú eru stórir akrar har, og tað ber einans til við vatningarskipanum. Við vatningarskipanum ber til at velta øki, sum annars høvdu verið alt ov turr. Tá kann ymisk grøði vaksa, sum als ikki trívist í turrum veðurlagi. Í Kalifornia driva teir ógvuliga nógv upp á at dyrka [[frukt]]. [[Sólin|Sólargangurin]] er góður og moldin við, so trøini trivast av tí besta. Men summarið er so turt, at vatn má veitast til trøini, og longu spaniólarnir, sum høvdu havt frukttrø við sær úr [[Spania]], byrgdu hyljar og veittu vatn oman á bøin. Nú eru stórar byrgingar gjørdar uppi í fjøllunum, og alt vatnið í áunum verður brúkt til at veita til akrarnar og urtagarðarnar. Vatnið fer í langar gryvjur ella rør, og bøndurnir ella urtagarðsmenninir kunnu so keypa tað frá teimum feløgunum, sum hava lagt rørini og grivið gryvjurnar. Týdningarmestu fruktirnar í subtropiska økinum í Kalifornia eru sitrusfruktirnar, serliga greypfrukt, sitrónir og appilsinir[[appilsin]]ir. Hesar fruktir hava allar sama vokskenda skalið, sevjumikið fruktkjøt og súrligan smakk, og tær hava í sær nógvar C-vitaminir. Upprunaliga vuksu sitrusfruktirnar í monsunøkjum í [[Ásia]], men nú verða tær serliga dyrkaðar í subtropiska vetraregnøkinum í [[Suðurkalifornia]] og fáa vatn veitt til um summarið. Ein onnur týdningarmikil frukt í Kalifornia er olivin. Eisini avokado og [[ber]] er eyðkend frukt í Kalifornia. Uml. 80 % av vínberjunum verða nýtt at gera [[vín]] burturúr. Hini 20 % verða annaðhvørt etin, sum tey eru, ella turkað til korennur ella rosinur.
 
== Politikkur ==