Munurin millum rættingarnar hjá "Ferðavinna"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 8:
== 

Umhvørvistrupulleikar

 ==
[[File:Community Tourism (Riven No 2).webm|thumb|250px|Vistfrøðilig ferðavinna í [[Sierra Leona]]. Ferðavinnan er ein hóttan móti umhvørvinum. Eitt nú kann [[korallriv]]ini farast av bátum, sum leggja seg fyri akker í nánd, ella av útláti frá stórum gistingarhúsum í t.d. [[Barbados]]. Nú á døgum er tí framgongd í tí ferðavinnuni, ið leggur seg eftir at gagna tí staðbundna fólkinum, og sum fer væl við umhvørvinum.]]
Ferðavinnan ávirkar umhvørvið. Ein økt ferðavinna hevur við sær slit á umhvørvi og náttúru, og krevur tí størri umhvørvisvernd. Harafturat hava ferðafólk eina størri nýtslu, ið hevur við sær størri burturkastnøgdir og størri tilfeingisnýtslu.<ref>[http://www.unep.org/resourceefficiency/Business/SectoralActivities/Tourism/FactsandFiguresaboutTourism/ImpactsofTourism/EnvironmentalImpacts/tabid/78775/Default.aspx unep.org]</ref> Nógv serstøk náttúruøki verða niðurslitin, tí at ov nógv ferðafólk koma hagar. Í nógvum fátækum londum eru ikki nóg góð reinsiverk, og spillivatn frá gistingarhúsunum verður latið beinleiðis út á [[Sjógvur|sjógv]]. Á gistingarhúsum og matstovum verða einnýtisíløt nógv brúkt, til dømis shampoo og smá íløt til súltutoy, og tað ger, at rúgvurnar av burturkasti vaksa. Tá ið umhvørvið verður spilt, spillast eisini møguleikarnir fyri ferða­vinnu. Tað kann gerast ein dyggur smeitur fyri landspartar og lond, har ferðavinnan er ein týðandi inntøka. Seinastu árini er tað blivið vanligt at tosa um ''vistfrøðiliga ferðavinnu''. Tað vil siga, at roynt verður at byggja upp eina ferðavinnu, sum á ymsan hátt hevur umhvørvið í huga.<ref>[http://journals.cambridge.org/action/displayAbstract?fromPage=online&aid=5945044&fileId=S0376892900022104 journals.cambridge.org]</ref> Nógvastaðni royna myndugleikarnir eisini at avmarka talið á ferða­fólki, so at umhvørvið ikki verður spilt.
 
== Ferðavinnan í Føroyum

 ==