Munurin millum rættingarnar hjá "Ferðavinna"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 2:
'''Ferðavinnan''' er heimsins skjótast vaksandi vinna.<ref>http://www.denstoredanske.dk/Livsstil,_sport_og_fritid/Turisme_og_fritid/Ferie_og_turisme/turisme</ref> Eitt ferðafólk er persónur, sum í stuttleika-, arbeiðs- ella øðrum líkum ørindum er burturi frá sínum heimstaði í longri enn 24 tímar og gistir.<ref>Theobald, William F. 1998. Global Tourism (2nd ed.). Oxford, England: ''Butterworth–Heinemann''. S. 6–7. ISBN 0-7506-4022-7. OCLC 40330075.</ref><ref>http://pub.unwto.org/WebRoot/Store/Shops/Infoshop/Products/1034/1034-1.pdf</ref> Ferðavinna er eingin vanligur [[ídnaður]] við verksmiðjum og rávørum. Kortini er ferðavinna ein tann týdningarmesta ídnaðargreinin í verðini. Á hvørjum ári ferðast um leið 800 milliónir fólk sum ferðafólk tvørtur um landamørk. Ferðavinnan skapar arbeiðspláss til meira enn 200 milliónir fólk. Kjarnin í ferðavinnu er flutningur, gisting og endamálið við eini ferð. Ferðavinnan er sum so eingin sjálvstøðug vinna. Heldur er hon ein samanseting av nógvum ymiskum vinnum í landinum, sum hava sum høvuðsendamál ella sum síðumál at veita ferðafólki eina vøru ella eina tænastu. Gisting, flutningur, vistir og tænastur í sambandi við hetta verða tó altíð vinnur, tá vit tala um ferðavinnu. Nú á døgum er nógv ymist virksemi í ferðavinnuni; alt frá at reka eitt tjaldingarstað til at skipa fyri bólkaferðum í fjarløgd lond.<ref>http://www.newyorker.com/magazine/2012/04/16/youre-welcome</ref>
[[Mynd:Doctors-Cave-Beach.jpg|thumb|right|250px|Hjá fólki í [[USA]] eru oyggjar sum [[Aruba]], [[Amerikonsku Jómfrúoyggjar|St. Thomas]] og [[Bahamaoyggjar|Bahamas]] nakað sum [[Mallorka]] ella [[Kanariuoyggjarnar]] eru fyri fólki í [[Vesturevropa]].<br/><small>Mynd: Strondin í Montego Bay, [[Jameika]].</small>]]

Ferðavinnan tók dik á seg í [[1950-árini|1950-árunum]] og byrjaði í [[USA]] og [[Vesturevropa]]. Har vórðu lívskorini betri, og alt fleiri fólk fingu ráð at ferðast.<ref>http://frugaltraveler.blogs.nytimes.com/2008/09/05/lesons-from-the-frugal-grand-tour/</ref> Um somu tíð gjørdist tað vanligari at ferðast við [[flogfar]]i. Skipað varð fyri hópferðum við leiguflogførum, og málið fyri ferðini var ofta tað sama tá, sum tað er nú.<ref>https://snl.no/reiseliv</ref> Í [[Evropa]] varð [[Spania]] eitt tað fyrsta ferðamálið, og seinni eru onnur lond við [[Miðjarðarhavið]] komin upp í part. Eitt annað slag av hópferðum eru skíðferðirnar til [[Alpurnar]].<ref>http://www.stmoritz.ch/en/winter/village/spirit-history/birthplace-of-winter-tourism.htmlf</ref> Evropa er framvegis tann heimsparturin, sum dregur flest ferðafólk at sær úr øllum heiminum. Umframt tey plássini, sum kunnu bjóða sól og baðistrendur, so fáa stórbýir sum [[Róm]], [[Amsterdam]] og [[París]] nógva vitjan av ferðafólki. Síðan [[1980-árini]] er ferðavinnan nógv vaksin í [[Ásia]] og pørtum av [[Miðamerika]]. Í londum sum [[Teiland]]i, [[Meksiko]], [[India]] og oyggjum sum [[Maldivurnar|Maldivunum]], [[Aruba]] og [[Jameika]] er mangt og hvat, sum fær ferðafólk úr USA og Evropa at ferðast hagar. Eisini nógv fólk úr Ásia og [[Suðuramerika]] ferðast, serliga í sínum egna heimsparti.<ref>http://media.unwto.org/en/press-release/2013-04-04/china-new-number-one-tourism-source-market-world</ref> Ferðavinnuídnaðurin ávirkar alt samfelagið og kann skapa arbeiðs­pláss til nógv fólk. Tørvur er til dømis á ferðaskrivstovum og øðrum, sum skipa fyri ferðum. Harumframt skulu nógv flutningstól til, bæði tok, flogfør, bussar og bilar. Ferðafólkini skulu eisini búgva onkrastaðni, og av tí stendst nógv virksemi á gistingarhúsum. Somuleiðis eru fyritøkur, ið bjóða fram tjaldingarpláss, vallaraheim, skeiðsdeplar og smáttur. Aðrar tænastur, sum ferðafólk spyrja eftir, eru til dømis handlar, kunningarstovur, søvn, kaffistovur, bilútleigan og matstovur.
 
Í mun til aðrar vinnur er ferðavinna rættiliga ymisk frá øðrum vinnugreinum. Ferðavinna er ein valutaskapandi tænastuvinna, sum er treytað av, at ferðafólk kemur til landið at leggja pening eftir seg. Hettar styrkir samfelagsliga undirstøðukervið, t.e. samferðslukervið, møguleikarnar fyri gistingum, møguleikarnar fyri at nýta tíðina, tú ert í samfelagnum, til hugna, upplivingar, vistir (matstovur, kaffistovur, v.m.), likamliga og mentanarliga uppbygging og til dagdvølju annars. Jú følbroyttari og betri hesir møguleikar eru, tess betri eru møguleikarnir fyri einari týðandi ferðavinnu, og ein ferðavinna í vøkstri styrkir samstundis útbyggingina av hesum møguleikum og styrkir støðið undir fjølbroytni í øðrum vinnum, herímillum kunningartøkniligar vinnur.<ref>http://www.denstoredanske.dk/Livsstil,_sport_og_fritid/Turisme_og_fritid/Ferie_og_turisme/turisme</ref>