Munurin millum rættingarnar hjá "Ferðavinna"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Honfleur_vieux_bassin.jpg|thumb|right|250px| [[Frakland]] er tað landið í heiminum, har flest ferðafólk koma. Myndin er tikin úr [[Normandí]].]]
'''Ferðavinnan''' er heimsins skjótast vaksandi vinna.<ref>http://www.denstoredanske.dk/Livsstil,_sport_og_fritid/Turisme_og_fritid/Ferie_og_turisme/turisme</ref> Eitt ferðafólk er persónur, sum í stuttleika-, arbeiðs- ella øðrum líkum ørindum er burturi frá sínum heimstaði í longri enn 24 tímar og gistir.<ref>Theobald, William F. 1998. Global Tourism (2nd ed.). Oxford, England: ''Butterworth–Heinemann''. S. 6–7. ISBN 0-7506-4022-7. OCLC 40330075.</ref><ref>http://pub.unwto.org/WebRoot/Store/Shops/Infoshop/Products/1034/1034-1.pdf</ref> Ferðavinna er eingin vanligur [[ídnaður]] við verksmiðjum og rávørum. Kortini er ferðavinna ein tann týdningarmesta ídnaðargreinin í verðini. Á hvørjum ári ferðast um leið 800 milliónir fólk sum ferðafólk tvørtur um landamørk. Ferðavinnan skapar arbeiðspláss til meira enn 200 milliónir fólk. Kjarnin í ferðavinnu er flutningur, gisting og endamálið við eini ferð. Ferðavinnan er sum so eingin sjálvstøðug vinna. Heldur er hon ein samanseting av nógvum ymiskum vinnum í landinum, sum hava sum høvuðsendamál ella sum síðumál at veita ferðafólki eina vøru ella eina tænastu. Gisting, flutningur, vistir og tænastur í sambandi við hetta verða tó altíð vinnur, tá vit tala um ferðavinnu. Nú á døgum er nógv ymist virksemi í ferðavinnuni; alt frá at reka eitt tjaldingarstað til at skipa fyri bólkaferðum í fjarløgd lond.<ref>http://www.newyorker.com/magazine/2012/04/16/youre-welcome</ref>
[[Mynd:Doctors-Cave-Beach.jpg|thumb|right|250px|Hjá fólki í [[USA]] eru oyggjar sum [[Aruba]], [[Amerikonsku Jómfrúoyggjar|St. Thomas]] og [[Bahamaoyggjar|Bahamas]] nakað sum [[Mallorka]] ella [[Kanariuoyggjarnar]] eru fyri fólki í [[Vesturevropa]].<br/><small>Mynd: Strondin í Montego Bay, [[Jameika]].</small>]]