Munurin millum rættingarnar hjá "Ferðavinna"

Content deleted Content added
Linja 11:
 
== Ferðavinnan í Føroyum

 ==
[[Mynd:Norr%C3%B6na.jpg|thumb|left|220px|Cruiseskipini koma inn á [[Tórshavn|Havnina]] og aðrastaðni í [[Føroyum]]. Talið av ferðafólki í Føroyum, sum ferðast um [[Vága Floghavn|flogvøllin]] ella sjóvegis, hevur verið vaksandi við metstórum tølum seinastu árini.<small><br/>Mynd: [[Smyril Line]].</small>]]
Ferðavinnan í [[Føroyum]] er enn ein lítil vinna, hóast í vøkstri; ferðavinnan er ein alsamt vaksandi vinna í altjóða høpi og eisini í Føroyum. Vøksturin av ferðafólki er øktur í sambandi við, at tað seinastu árini er vorðið lættari at ferðast.<ref>http://www.sudurras.fo/19423</ref> Ferðavinnan er málsøki, ið er fyrisitið í Uttanríkisráðnum sum partur av virkseminum í deildini ''Føroyaframi''.<ref>http://www.logting.fo/casewritten/view.gebs?caseWritten.id=704</ref> Ferðavinnan er eisini framvegis ein lutfallsliga nýggj vinna í Føroyum. Hóast ferðavinnan í Føroyum helst er økt nakað hesi seinnu árini, er kortini ringt at gera hetta upp ella ávísa hesum ítøkiliga. Ymiskar orsøkir eru til hetta, men tær flestu kunnu kortini bólkast undir eitt felagsheiti, ið er manglandi hagtøl. Tað verður mett, at ferðavinnan er triðstørsta vinna í Føroyum, eftir fiskivinnuna og alivinnuna.<ref>http://logting.elektron.fo/logtingsmal/logtingsmal98/100-07%20Fyrispurningur%20til%20Finnboga%20Arge.htm</ref> Ofta er torført at skilja í millum, hvat hoyrir undir ferðavinnu og hvat hoyrir undir aðrar vinnur. Hagtøl verða til dømis skrásett fyri millumlanda flutning av ferðafólki loft- og sjóvegis, men eingin skilnaður er t.d. ímillum, hvussu nógv av hesum er ferðavinna, og hvussu nógv er arbeiðsørindi. Skilt verður heldur ikki í millum, hvussu stórur partur eru útlendsk ferðafólk, ið koma til Føroyar, og hvussu stórur partur eru føroysk ferðandi, ið fara uttanlands.