Munurin millum rættingarnar hjá "Ferðavinna"

Content deleted Content added
 
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Honfleur_vieux_bassin.jpg|thumb|right|250px| Frakland er tað landið í heiminum, har flest ferðafólk koma. Myndin er tikin úr [[Normandí]].]]
'''Ferðavinnan''' er heimsins skjótast vaksandi vinna.<ref>http://www.denstoredanske.dk/Livsstil,_sport_og_fritid/Turisme_og_fritid/Ferie_og_turisme/turisme</ref> Eitt ferðafólk er persónur, sum í stuttleika-, arbeiðs- ella øðrum líkum ørindum er burturi frá sínum heimstaði í longri enn 24 tímar og gistir.<ref>Theobald, William F. 1998. Global Tourism (2nd ed.). Oxford, England: ''Butterworth–Heinemann''. S. 6–7. ISBN 0-7506-4022-7. OCLC 40330075.</ref><ref>http://pub.unwto.org/WebRoot/Store/Shops/Infoshop/Products/1034/1034-1.pdf</ref> Ferðavinna er eingin vanligur [[ídnaður]] við verksmiðjum og rávørum. Kortini er ferðavinna ein tann týdningarmesta ídnaðargreinin í verðini. Á hvørjum ári ferðast um leið 800 milliónir fólk sum ferðafólk tvørtur um landamørk. Ferðavinnan skapar arbeiðspláss til meira enn 200 milliónir fólk. Kjarnin í ferðavinnu er flutningur, gisting og endamálið við eini ferð. Ferðavinnan er sum so eingin sjálvstøðug vinna. Heldur er hon ein samanseting av nógvum ymiskum vinnum í landinum, sum hava sum høvuðsendamál ella sum síðumál at veita ferðafólki eina vøru ella eina tænastu. Gisting, flutningur, vistir og tænastur í sambandi við hetta verða tó altíð vinnur, tá vit tala um ferðavinnu. Nú á døgum er nógv ymist virksemi í ferðavinnuni; alt frá at reka eitt tjaldingarstað til at skipa fyri bólkaferðum í fjarløgd lond.<ref>http://www.newyorker.com/magazine/2012/04/16/youre-welcome</ref>
[[Mynd:Doctors-Cave-Beach.jpg|thumb|right|250px|Hjá fólki í [[USA]] eru oyggjar sum [[Aruba]], [[Amerikonsku Jómfrúoyggjar|St. Thomas]] og Bahama[[Bahamaoyggjar|Bahamas]] nakað sum [[Mallorka]] ella [[Kanariuoyggjarnar]] eru fyri fólki í [[Vesturevropa]].<br/><small>Mynd: Strondin í Montego Bay, [[Jameika]].</small>]]

Ferðavinnan tók dik á seg í [[1950-árini|1950-árunum]] og byrjaði í [[USA]] og [[Vesturevropa]]. Har vórðu lívskorini betri, og alt fleiri fólk fingu ráð at ferðast.<ref>http://frugaltraveler.blogs.nytimes.com/2008/09/05/lesons-from-the-frugal-grand-tour/</ref> Um somu tíð gjørdist tað vanligari at ferðast við flogfari[[flogfar]]i. Skipað varð fyri hópferðum við leiguflogførum, og málið fyri ferðini var ofta tað sama tá, sum tað er nú.<ref>https://snl.no/reiseliv</ref> Í [[Evropa]] varð [[Spania]] eitt tað fyrsta ferðamálið, og seinni eru onnur lond við [[Miðjarðarhavið]] komin upp í part. Eitt annað slag av hópferðum eru skíðferðirnar til [[Alpurnar]].<ref>http://www.stmoritz.ch/en/winter/village/spirit-history/birthplace-of-winter-tourism.htmlf</ref> Evropa er framvegis tann heimsparturin, sum dregur flest ferðafólk at sær úr øllum heiminum. Umframt tey plássini, sum kunnu bjóða sól og baðistrendur, so fáa stórbýir sum [[Róm]], [[Amsterdam]] og [[París]] nógva vitjan av ferðafólki. Síðan [[1980-árini]] er ferðavinnan nógv vaksin í [[Ásia]] og pørtum av [[Miðamerika]]. Í londum sum Teilandi[[Teiland]]i, [[Meksiko]], [[India]] og oyggjum sum [[Maldivurnar]], [[Aruba]] og [[Jameika]] er mangt og hvat, sum fær ferðafólk úr USA og Evropa at ferðast hagar. Eisini nógv fólk úr Ásia og [[Suðuramerika]] ferðast, serliga í sínum egna heimsparti.<ref>http://media.unwto.org/en/press-release/2013-04-04/china-new-number-one-tourism-source-market-world</ref> Ferðavinnuídnaðurin ávirkar alt samfelagið og kann skapa arbeiðs­pláss til nógv fólk. Tørvur er til dømis á ferðaskrivstovum og øðrum, sum skipa fyri ferðum. Harumframt skulu nógv flutningstól til, bæði tok, flogfør, bussar og bilar. Ferðafólkini skulu eisini búgva onkrastaðni, og av tí stendst nógv virksemi á gistingarhúsum. Somuleiðis eru fyritøkur, ið bjóða fram tjaldingarpláss, vallaraheim, skeiðsdeplar og smáttur. Aðrar tænastur, sum ferðafólk spyrja eftir, eru til dømis handlar, kunningarstovur, søvn, kaffistovur, bilútleigan og matstovur.
 
Í mun til aðrar vinnur er ferðavinna rættiliga ymisk frá øðrum vinnugreinum. Ferðavinna er ein valutaskapandi tænastuvinna, sum er treytað av, at ferðafólk kemur til landið at leggja pening eftir seg. Hettar styrkir samfelagsliga undirstøðukervið, t.e. samferðslukervið, møguleikarnar fyri gistingum, møguleikarnar fyri at nýta tíðina, tú ert í samfelagnum, til hugna, upplivingar, vistir (matstovur, kaffistovur, v.m.), likamliga og mentanarliga uppbygging og til dagdvølju annars. Jú følbroyttari og betri hesir møguleikar eru, tess betri eru møguleikarnir fyri einari týðandi ferðavinnu, og ein ferðavinna í vøkstri styrkir samstundis útbyggingina av hesum møguleikum og styrkir støðið undir fjølbroytni í øðrum vinnum, herímillum kunningartøkniligar vinnur.<ref>http://www.denstoredanske.dk/Livsstil,_sport_og_fritid/Turisme_og_fritid/Ferie_og_turisme/turisme</ref>
Linja 8:
== 

Umhvørvistrupulleikar

 ==
[[File:Community Tourism (Riven No 2).webm|thumb|250px|Vistfrøðilig ferðavinna í [[Sierra Leona]]. Ferðavinnan er ein hóttan móti umhvørvinum. Eitt nú kann [[korallriv]]ini farast av bátum, sum leggja seg fyri akker í nánd, ella av útláti frá stórum gistingarhúsum í t.d. [[Barbados]]. Nú á døgum er tí framgongd í tí ferðavinnuni, ið leggur seg eftir at gagna tí staðbundna fólkinum, og sum fer væl við umhvørvinum.]]
Ferðavinnan ávirkar umhvørvið. Ein økt ferðavinna hevur við sær slit á umhvørvi og náttúru, og krevur tí størri umhvørvisvernd. Harafturat hava ferðafólk eina størri nýtslu, ið hevur við sær størri burturkastnøgdir og størri tilfeingisnýtslu.<ref>http://www.unep.org/resourceefficiency/Business/SectoralActivities/Tourism/FactsandFiguresaboutTourism/ImpactsofTourism/EnvironmentalImpacts/tabid/78775/Default.aspx</ref> Nógv serstøk náttúruøki verða niðurslitin, tí at ov nógv ferðafólk koma hagar. Í nógvum fátækum londum eru ikki nóg góð reinsiverk, og spillivatn frá gistingarhúsunum verður latið beinleiðis út á [[Sjógvur|sjógv]]. Á gistingarhúsum og matstovum verða einnýtisíløt nógv brúkt, til dømis shampoo og smá íløt til súltutoy, og tað ger, at rúgvurnar av burturkasti vaksa. Tá ið umhvørvið verður spilt, spillast eisini møguleikarnir fyri ferða­vinnu. Tað kann gerast ein dyggur smeitur fyri landspartar og lond, har ferðavinnan er ein týðandi inntøka. Seinastu árini er tað blivið vanligt at tosa um ''vistfrøðiliga ferðavinnu''. Tað vil siga, at roynt verður at byggja upp eina ferðavinnu, sum á ymsan hátt hevur umhvørvið í huga.<ref>http://journals.cambridge.org/action/displayAbstract?fromPage=online&aid=5945044&fileId=S0376892900022104</ref> Nógvastaðni royna myndugleikarnir eisini at avmarka talið á ferða­fólki, so at umhvørvið ikki verður spilt.
 
== Ferðavinnan í Føroyum

 ==
[[Mynd:Norr%C3%B6na.jpg|thumb|rightleft|250px220px|Cruiseskipini koma inn á [[Tórshavn|Havnina]] og aðrastaðni í [[Føroyum]]. Talið av ferðafólki í Føroyum, sum ferðast um [[Vága Floghavn|flogvøllin]] ella sjóvegis, hevur verið vaksandi við metstórum tølum seinastu árini.<br/>Mynd: [[Smyril Line]].]]
Ferðavinnan í [[Føroyum]] er enn ein lítil vinna, hóast í vøkstri; ferðavinnan er ein alsamt vaksandi vinna í altjóða høpi og eisini í Føroyum. Vøksturin av ferðafólki er øktur í sambandi við, at tað seinastu árini er vorðið lættari at ferðast.<ref>http://www.sudurras.fo/19423</ref> Ferðavinnan er málsøki, ið er fyrisitið í Uttanríkisráðnum sum partur av virkseminum í deildini ''Føroyaframi''.<ref>http://www.logting.fo/casewritten/view.gebs?caseWritten.id=704</ref> Ferðavinnan er eisini framvegis ein lutfallsliga nýggj vinna í Føroyum. Hóast ferðavinnan í Føroyum helst er økt nakað hesi seinnu árini, er kortini ringt at gera hetta upp ella ávísa hesum ítøkiliga. Ymiskar orsøkir eru til hetta, men tær flestu kunnu kortini bólkast undir eitt felagsheiti, ið er manglandi hagtøl. Tað verður mett, at ferðavinnan er triðstørsta vinna í Føroyum, eftir fiskivinnuna og alivinnuna.<ref>http://logting.elektron.fo/logtingsmal/logtingsmal98/100-07%20Fyrispurningur%20til%20Finnboga%20Arge.htm</ref> Ofta er torført at skilja í millum, hvat hoyrir undir ferðavinnu og hvat hoyrir undir aðrar vinnur. Hagtøl verða til dømis skrásett fyri millumlanda flutning av ferðafólki loft- og sjóvegis, men eingin skilnaður er t.d. ímillum, hvussu nógv av hesum er ferðavinna, og hvussu nógv er arbeiðsørindi. Skilt verður heldur ikki í millum, hvussu stórur partur eru útlendsk ferðafólk, ið koma til Føroyar, og hvussu stórur partur eru føroysk ferðandi, ið fara uttanlands.
 
Hagtølini yvir ferðandi vísa, at loftvegis komu gott 111.000 ferðandi til landið í 2008, meðan gott 32.000 komu sjóvegis. Í báðum førum er talan um áleið eina tvífalding yvir 10 ár. Meðan talið loftvegis bara er økt seinastu 10 árini, so er talið sjóvegis minkað við umleið 4.000 ferðandi, síðani tað í 2006 var hægst við yvir 36.000 fólkum. 
Nógv flestu ferðafólk fara til og koma úr [[Danmark]]. Næst eftir [[Norðurlond|norðbúgvar]] koma flest ferðafólk úr týskmæltu økjunum at vitja okkum.
 
== Hagtøl ==
Linja 53:
== Keldur ==
<references/>
 
[[Bólkur:Ferðavinna|*]]