Munurin millum rættingarnar hjá "Wikipedia:Aktuellar hendingar"

Content deleted Content added
Linja 44:
* [[28. august]] - Fimm døglingar gjørdu landgongd í [[Hvalba]] tíðliga um mogunin, og mett varð at tað ikki bar til at fáa teir út aftur, og tí gav sýslumaðurin loyvi til at teir blivu avlívaðir og skornir upp til matna. Sea Shepherd fólkini ið sótu á vakt á Kolavegnum ta náttina vóru sovnaði í bilinum og komu tí ov seint til at royna at gera nakað við tað. Tveir dagar seinni legði Sea Shepherd út myndir av døglingaspiki, sum ikki er etandi, flótandi á sjónum vestanfyri Hvalbiareiðini. Sea Shepherd ákærdu føroyingar fyri at drepa døglingar til stuttleika og síðan blaka kjøt og spik burtur.
* [[30. august]] - Hátíðarhald var í [[Skúvoy]] í samband við at nýggi Sildberin fór í sigling millum Skúvoy og Sandoynna.
* [[30. august]] - Fyrsta [[grindadráp]]ið í 2014 fór fram á [[Sandur|Sandi]], har 35 hvalir løgdu beinini. Fjúrtan Sea Shepherd limir vóru handtiknir í samband við drápið, av tí at teir royndu at forða fyri rakstrinum og drápinum, tað eydnaðist teimum eisini at forstýra og seinka tí nakað, men løgreglan og danska sjóverjan komu á staðið við tyrlu og skjóttgangandi bátum og handtóku tey seks fólkini á landi og tey átta í trimum skjóttgangandi bátum, og hald varð lagt á bátarnar.
 
=== November ===
* [[4. november]] - Andstøðuflokkarnir á Føroya Løgtingi løgdu fram uppskot um misálit á [[Johan Dahl]], landsstýrismann í vinnumálum, fyri hansara handfaring av málinum um [[Strandfaraskip Landsins]] í 2013, tá ið stovnurin brúkti 4,4 milliónir meira enn játtað var. Landsstýrismaðurin hevði ikki biðið um eykajáttan og ikki sett sparingar í verk. Uppskotið um misálit fall við 17 atkvøðum ímóti, 14 fyri og 2 blonkum atkvøðum. Øll í andstøðuni atkvøddu fyri, [[Jákup Mikkelsen (politikari)|Jákup Mikkelsen]] úr Fólkaflokkinum, var tann einasti úr samgonguni, ið atkvøddi fyri, meðan [[Rodmundur Nielsen]] og [[Brandur Sandoy]] atkvøddu blankt.
 
=== Ítróttur í 2014 ===