Munurin millum rættingarnar hjá "Los Angeles"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 23:
|}
 
'''Los Angeles''' ella '''L.A.''' er næststørsti býur í [[USA]] og størsti býur í [[Kalifornia]]. Los Angeles eitur í veruleikanum ''El Pueblo de Nuestra Señora la Reina de los Ángeles de Porciúncula'' (á [[Føroyskt mál|føroyskum]] "Bygdin hjá okkara frúgv, Porciúncula einglanna drotning"), og býurin verður eisini róptur ''City of Angels'' ([[Føroyskt mál|føroyskt]] "einglanna býur"). BýurinÍ hevursjálvum umleiðbýnum búgva 3,8 miómilliónir í 2014. íbúgvarMen L.A. er vaksin saman við fleiri øðrum býum, og til samans eru hesir býir eitt veldiga stórt samanrunnið stórbýarøki, ið er uml. 10.000 km<sup>2</sup>. Í stórbýarøkinum búgva uml. 13 milliónir fólk. Tað er meira 2 ferðir so nógv sum í [[Danmark]]. Stutt haðani eru strendur og snotiligir havnarbýir. Har er lutfalsliga heitt alt árið, og ikki so vátt. Fleiri milliónir fólk úr øllum heimi ferðast hagar á hvørjum ári.
 
Hann er ídnaðarbýur, har verða mest gjørd [[bilar]] og [[Flogfar|flogfør]]. Bilarnir í Los Angeles eru fleiri enn í nøkrum øðrum býi, og hetta kemur av, at býurin er bygdur á so ógvuliga stórum øki. Nógv av fólkinum býr í egnum húsum við urtagarði rundanum. Teir nógvu bilarnir elva til álvarsama luftdálking. Í Los Angeles og har um leiðir fara motorvegir í hópatali í allar ættir. Allir hesir bilarnir elva til álvarsama [[dálking]]. Tætt við býin eru góðar [[Olja|oljukeldur]]. Landið rundan um býin er slætt og væl dyrkað, men teir mugu veita vatn til bøin.
Linja 30:
 
== Søga ==
[[Mynd:CamarilloCalifornia.jpg|thumb|left|250px|Forstaður við sethúsum í [[Camarillo]]. Los Angeles er ein býur við nógvari tilflyting. Stórur tørvur er á íbúðahúsum og fólk mugu búgva langt burturi frá miðbýnum.]]

Fyrst var ein lítil handilsstaður, sum so við og við vaks til ein bý. Fyri [[1920-árini]] vóru ikki nógvir [[bilar]] og bussar. Fólk, sum arbeiddu í ídnaðinum, máttu fara til gongu til arbeiðis. Tí kundi ikki vera ov langt ímillum bústaðarøki og ídnaðarøki. Ídnaðarfyritøkur vóru ofta mitt inni í býinum, og tað hevði við sær álvarsama [[dálking]] og CO<sup>2</sup>-útlát, til dømis frá verkstøðum, stálverkum og sláturvirkjum. Tess fleiri fólk flutu hagar at arbeiða, tess størri varð tørvurin á handlum, sjúkahúsum, bústøðum, verkstøðum og samferðslu. Fyri at gera pláss fyri øllum hesum fólkunum hava tey bygt ymsar forstaðir rundan um býin. So hvørt sum býurin fór at vaksa, vasks eisini tørvurin á bústøðum. Í nógvum býarpørtum var so trongligt, so heldur enn at byggja fleiri íbúðarhús inni í býnum, fóru tey undir at byggja bústaðir í útjaðaranum á býinum. Í [[1950-árini|1950-árunum]] og [[1960-árini|1960-árunum]] vórðu nógvir forstaðir bygdir uttan um Los Angeles, serliga í Ventura- og Orange County. Síðan 1960-árini eru flestu bústaðir í bygdir uttan um miðbýin. Nú á døgum er støðan tann, at ein meiriluti av fólkinum býr í forstøðunum og arbeiðir inni í býunum. At so nógv fólk eiga bil, hevur eisini havt við sær, at stórar sølumiðstøðir eru komnar uttan um.
 

Tá ið jarnbreytirnar seinast í [[19. øld]] vórðu útbygdar, og vegirnir blivu betri, fóru býurin at vaksa, bæði í vídd og í íbúgvatali. Samferðslan gjørdi eisini, at útsjóndin á býinum broyttist. Gjøgnum alla [[20. øld]] eru arbeiðspláss og bústaðarøki í býinum flutt alsamt longri hvørt frá øðrum. Tá ið fleiri bilar komu, og eisini almenn samferðsla, so sum bussar, sporvognar og grundarbreytir, bar til at flyta ídnaðin út. Í Downtown Los Angeles eru í staðin bygdir fleiri bygningar til skrivstovur. So hvørt sum jarnbreytirnar komu, gjørdist tað m.a. nógv lættari at flyta tungar vørur yvir land. Tá bar nógv betur til at fáa gagn av náttúru­ tilfeingi innan úr statinum, til dømis jarnmálmi og [[gull]]. Damp­maskinan varð upp­funnin, og hon varð rikin við koli. Men nú á døgum hava teir ikki longur sama týdning. Ein orsøk er, at nógv av námsídnaðinum og stálídnaðinum [[USA]] er givin, og framleiðslan er í staðin flutt til [[Latínamerika]] og [[Ásia]].
 
=== Rasuófriðurin í 1992 ===
[[Mynd:ANG40InfantryDivisionLosAngelesRiot1992.jpg|thumb|leftright|190px240px|Ófriðurin í L.A. í 1992 var ringasti rasuófriður í [[USA]] í 30 ár.]]
Í [[1980-árini|1980-árunum]] og fyrst í [[1990-árini|1990-árunum]] var [[Búskapur|búskaparlig]] afturgongd í [[USA]], og nógvastaðni vaks spenningurin aftur ímillum hvít og [[Afroamerikanarar|svørt]]. Í 1992 endaði hesin spenningur við ógvusligum ófriði í Los Angeles, tá ið eitt nevningating, bara hvít, fríkendi fýra hvítar [[Løgregla|løgreglumenn]], sum vórðu ákærdir fyri grovan harðskap ímóti einum ungum [[Afroamerikanarar|afroamerikonskum]] manni. Avgerð nevningatingsins fekk øði í tey svørtu økjunum í Los Angeles. Ófriðurin stóð við í tvey samdøgur, eini 60 fólk doyðu, og fleiri enn 2000 vórðu skadd. Oyðilagt var fyri einar 800 mió. [[USA Dollari|dollarar]], og herurin og fleiri túsund løgreglufólk máttu leggja upp í. Ófriðurin í Los Angeles í 1992 var ringasti rasuófriður í [[USA]] í næstan 30 ár og vísti, at hóast nógv var batnað, var størri fíggindaskapur ímillum hvít og svørt enn hildið. Ótti fyri ófriði og ráni og skotbardøgum vóru ófrættatíðindi. Ein ríkisnevnd, ið varð sett at kanna ófriðin, fanst at løgregluni í Los Angeles og segði hana fara alt ov harðliga fram.
 
Line 42 ⟶ 46:
 
Tað eru tey, sum halda, at vaksandi undirhaldsídnaðurin í [[Hollywood]] brýtur niður landamørk og elvir til eina mentanarliga alheimsgerð. Tá ið tær somu sjónvarpssendingarnar úr Hollywood verða vístar í t.d. [[Suðurafrika]], [[Føroyum]] og [[Suðurkorea]], elvir tað til eitt slag av heimsmentan, har hugsarnir, rák og brúkaraatferð verða felags.<ref>http://www.academia.edu/5818397/INFLUENCE_OF_HOLLYWOOD_FILMS_ON_THE_MORAL_VALUES_OF_YOUTHS</ref><ref>http://prezi.com/fhs7wcme4q8h/hollywoods-influence-on-global-culture/</ref>
 
== Umhvørvi ==
[[Mynd:US_101_entering_Downtown_Los_Angeles.jpg|thumb|right|250px|[[Bilar]]nir í Los Angeles eru fleiri enn í nøkrum øðrum býi í [[USA]]. Allir hesir bilarnir elva til álvarsama [[Dálking|luftdálking]].]]


Ofta hava Los Angeles trupulleikar við umhvørvinum, serliga vegna útlát av ymsum slag. Tann nógva bilferðslan og útlátið frá fabrikk­unum elva til álvarsliga luftdálking. Viðhvørt er luftin so ring, at ávaringar verða sendar út í [[sjónvarp]]i og [[útvarp]]i, so at fólk kunnu halda seg innandura. Ein tann størsta orsøkin til dálkingina eru teir nógvu [[bilar]]nir. Vegirnir eru ofta stúvstappaðir við bilum, og tað tekur alsamt longri tíð at koma fram. Í Los Angeles mugu nógv fólk ferðast meira enn tveir tímar um dagin til arbeiðis og úr arbeiði inni í býnum. Harumframt flyta so nógv fólk til býin, at har er stórur tørvur á bústøðum. Eitt annað vandamál eru rúgvurnar av burturkasti, sum vaksa í hvørjum.


 
Tað regnar næstan ikki frá [[apríl]] til [[november]]. Og í sama tíðarskeiði er tann hægsti miðalhitin uml. 30 Celsius-stig. Um summarið er hitin ofta oman fyri 40 stig. Nógv orka verður brúkt til at køla luftina á skrivstovum, gistingarhúsum, í húsum og íbúðum.

 
== Kriminalitetur
 ==