Munurin millum rættingarnar hjá "Los Angeles"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 10:
! colspan="2" align=center bgcolor="#ff9999" | Grunddáta
|-----
| Land: || {{flagicon|USA}} [[USASameindu Statirnir]]
|-----
| Lutstatur: || {{flagicon|Kalifornia}} [[Kalifornia]]
Linja 16:
| [[Vídd]]: || 423,970 km²
|-----
| Íbúgvar ([[20112014]]): || 3,833884,995307
|-----
| fyri km²: || 3,168198/km²
|-----
| Heimasíða: || [http://www.ci.la.ca.us/ www.ci.la.ca.us]
|}
 
'''Los Angeles''' ella '''L.A.''' er næststørsti býur í [[USA]] og størsti býur í [[Kalifornia]]. Los Angeles eitur í veruleikanum ''El Pueblo de Nuestra Señora la Reina de los Ángeles de Porciúncula'' (á [[Føroyskt mál|føroyskum]] "Bygdin hjá okkara frúgv, Porciúncula einglanna drotning"), og býurin verður eisini róptur ''City of Angels'' ([[Føroyskt mál|føroyskt]] "einglanna býur"). Býurin hevur umleið 3,8 mió. íbúgvar. Stutt haðani eru strendur og snotiligir havnarbýir. Har er lutfalsliga heitt alt árið, og ikki so vátt.
 
Hann er ídnaðarbýur, har verða mest gjørd [[bilar]] og [[Flogfar|flogfør]]. Bilarnir í Los Angeles eru fleiri enn í nøkrum øðrum býi, og hetta kemur av, at býurin er bygdur á so ógvuliga stórum øki. Nógv av fólkinum býr í egnum húsum við urtagarði rundanum. Teir nógvu bilarnir elva til álvarsama luftdálking. Í Los Angeles og har um leiðir fara motorvegir í hópatali í allar ættir. Allir hesir bilarnir elva til álvarsama [[dálking]]. Tætt við býin eru góðar [[Olja|oljukeldur]]. Landið rundan um býin er slætt og væl dyrkað, men teir mugu veita vatn til bøin.
 
Størsta tíðindablaðið er [[Los Angeles Times]].
Tætt við býin eru góðar [[Olja|oljukeldur]]. Landið rundan um býin er slætt og væl dyrkað, men teir mugu veita vatn til bøin.
 
== Søga ==
 
=== ÓfriðurRasuófriðurin í 1992 ===
[[Mynd:ANG40InfantryDivisionLosAngelesRiot1992.jpg|thumb|left|190px|Ófriðurin í L.A. í 1992 var ringasti rasuófriður í [[USA]] í 30 ár.]]
Í [[1980-árini|1980-árunum]] og fyrst í [[1990-árini|1990-árunum]] var [[Búskapur|búskaparlig]] afturgongd í [[USA]], og nógvastaðni vaks spenningurin aftur ímillum hvít og [[Afroamerikanarar|svørt]]. Í [[1992]] endaði hesin spenningur við ógvusligum ófriði í Los Angeles, tá ið eitt nevningating, bara hvít, fríkendi fýra hvítar [[Løgregla|løgreglumenn]], sum vórðu ákærdir fyri grovan harðskap ímóti einum ungum svørtum[[Afroamerikanarar|afroamerikonskum]] manni. Avgerð nevningatingsins fekk øði í tey svørtu økjunum í LALos Angeles. Ófriðurin stóð við í tvey samdøgur, eini 60 fólk doyðu, og fleiri enn 2.0002000 vórðu skadd. Oyðilagt var fyri einar 800 mió. [[USA Dollari|dollarar]], og herurin og fleiri túsund løgreglufólk máttu leggja upp í. Ófriðurin í Los Angeles í 1992 var ringasti rasuófriður í [[USA]] í næstan 30 ár og vísti, at hóast nógv var batnað, var størri fíggindaskapur ímillum hvít og svørt enn hildið. Ótti fyri ófriði og ráni og skotbardøgum vóru ófrættatíðindi. Ein ríkisnevnd, ið varð sett at kanna ófriðin, fanst at løgregluni í Los Angeles og segði hana fara alt ov harðliga fram.
 
Neistin sum festi í ófriðin í Los Angeles, var ein tilburður í [[1991]]. Nakrir hvítir løgreglumenn steðgaðu einum svørtum bilførara, nevndur [[Rodney King]], noyddu hann at leggja seg niður, lupu síðan á hann og slógu hann og sparkaðu hann. [[Rodney King|King]], ið einki hevði gjørt til saka, var fluttur á sjúkrahús, illa skaddur. Ein eygleiðari tók álopið upp á sjónband, og upptøkan, ið vardi 2 minuttir, varð sýnd í [[USA|amerikanska]] sjónvarpinum, men hóast álítandi prógv, vórðu løgreglumenninir fríkendir. í [[Simi Valley]].
 
== Búskapur ==
Ófriðurin í Los Angeles í [[1992]] var ringasti rasuófriður í [[USA]] í næstan 30 ár og vísti, at hóast nógv var batnað, var størri fíggindaskapur ímillum hvít og svørt enn hildið. Ótti fyri ófriði og ráni og skotbardøgum vóru ófrættatíðindi. Ein ríkisnevnd, ið varð sett at kanna ófriðin, fanst at løgregluni í Los Angeles og segði hana fara alt ov harðliga fram.
[[Mynd:Golden_Age_of_Hollywood.png|thumb|right|260px|Undirhalds-ídnaður er týdningarmesti ídnaður í Los Angeles. Síðan fyrst í [[1920-árini|1920-árunum]] hevur undirhalds-ídnaðurin tikið seg nógv fram í L.A.]]
Los Angeles er størsti undirhalds-ídnaðarbýur í heiminum. Av tí at luftin í [[Kalifornia]] er so turr, og sólin sær at kalla hvønn dag, ber sera væl til at taka [[Filmur|filmir]] upp har. Hetta gera teir í tí viðgitna filmbýnum Los Angeles; haðani verða filmir sendir um allan heim. Tíðliga í [[20. øld]] byrjaðu filmsfeløg úr bæði [[New Jersey]] og [[New York]] at flyta til Kalifornia orsakað av tí sólríka veðurlagnum.<ref>Bordwell, David; Staiger, Janet; Thompson, Kristin. 1985. ''The Classical Hollywood Cinema: Film Style & Mode of Production to 1960''. New York City, NY: Columbia University Press. S. 1-59</ref> Undirhalds-ídnaðurin er ein ídnaðargrein, sum veksur skjótt í Los Angeles. Hann fevnir um til dømis filmar, [[sjónvarp]]ssendingar, internetið, [[telduspøl]], [[Tónleikur|tónleik]], tíðarrit og bøkur. Vøksturin í undirhalds-ídnaðinum hevur samband við ta tøkniligu menningina á KT-økinum, harundir sjónvarp yvir [[Fylgisveinur|fylgisveinar]] ella kaðal og internetið. Tøknin ger tað møguligt at røkka út til nógv fleiri fólk enn nakrantíð áður, og tí ber til at brúka fyrimunirnar við hópframleiðslu og samvirkandi fyrimunir. Fyrimunir við hópframleiðslu og samvirkandi fyrimunir bera millum annað í sær, at ein filmfyritøka, sum t.d. Warner Bros í [[Burbank]], bæði kann vinna pening av sjálvum filminum (filmsfløgur, atgongumerki í biohøllum og søla á internetinum) og av telduspølum, leikum og bókum. Eitt gott dømi um hetta eru [[Star Wars|Star Wars-filmarnir]], har sølan av leikum hevur kastað næstan líka nógv av sær sum filmarnir sjálvir. Tað arbeiða 129,675 fólk í undirhalds-ídnaðinum í Los Angeles í 2012.<ref>http://articles.latimes.com/2013/jan/25/business/la-fi-ct-entertainment-employment-20130125</ref>
 
Tað eru tey, sum halda, at vaksandi undirhaldsídnaðurin í [[Hollywood]] brýtur niður landamørk og elvir til eina mentanarliga alheimsgerð. Tá ið tær somu sjónvarpssendingarnar úr Hollywood verða vístar í t.d. [[Suðurafrika]], [[Føroyum]] og [[Suðurkorea]], elvir tað til eitt slag av heimsmentan, har hugsarnir, rák og brúkaraatferð verða felags.<ref>http://www.academia.edu/5818397/INFLUENCE_OF_HOLLYWOOD_FILMS_ON_THE_MORAL_VALUES_OF_YOUTHS</ref><ref>http://prezi.com/fhs7wcme4q8h/hollywoods-influence-on-global-culture/</ref>
 
== Kriminalitetur
 ==
 
Sum við øllum øðrum stórbýum í [[USA]], so myndar eisini harðskapur og annað líknandi lívið í býnum, serliga náttarlívið. Lógloysið í Los Angeles er størri her enn miðaltalið fyri landið; har vórðu 298 morð skrásett í 2012.<ref>http://latimesblogs.latimes.com/lanow/2013/01/crime-down-city-los-angeles-2012-10th-straight-year.html</ref><ref>http://www.disastercenter.com/californ/crime/976.htm</ref> [[Løgregla]]n í Los Angeles, L.A.P.D., gav í 2012 út $200 innkeypsgávukort til fólk, ið lótu automatisk [[skotvápn]] aftur, og $100 gávukort til teirra, ið lótu eina hondpistól, høglbyrsu ella riflu.<ref>http://articles.latimes.com/2012/dec/26/local/la-me-1227-gun-buyback-20121227</ref><ref>http://www.nydailynews.com/news/national/lapd-offers-gift-cards-guns-streets-article-1.1228166</ref> Líknandi hevur verið gjørt í fleiri øðrum býum so sum [[Boston]] í [[Massachusetts]] og [[Detroit]] í [[Michigan]]. Nakrir serfrøðingar meta, at tað at keypa skotvápnini aftur hevur lítla ávirkan á at minka um harðskap við skotvápnum. Millum annað halda tey, at skotvápnini, ið verða givin vekk eru fyri tað mesta gomul ella arvaði skotvápn, ið eru ólík at verða brúkt. So er tað eisini lætt hjá vápnaeigarum í [[Kalifornia]] at keypa sær nýggj aftur. Borgarstjórin í Los Angeles, [[Antonio Villaraigosa]] ([[Demokratiski Flokkurin|D]]), heldur tað harafturímóti vera eitt stig, ið kann takast móti skjótingini, sum var í [[Newtown]] í [[Connecticut]] í 2012.<ref>http://www.kesq.com/kesq/Mayor-Villaraigosa-moves-up-gun-buyback-program-in-wake-of-Newtown-tragedy/17900056</ref>
 
== Myndasavn ==
Line 47 ⟶ 55:
Mynd:Via_Rodeo_Dr.JPG|Beverly Hills.
</gallery>
 
== Kelduávísingar ==
<references/>
 
== Sí eisini ==
 
* [[Kalifornia]]
* [[USA|SambandsríkiSameindu AmerikaStatirnir]]
 
[[Bólkur:Býir í Kalifornia]]