Munurin millum rættingarnar hjá "Silicon Valley"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|220px|Silicon Valley er heimsins miðdepil í teldutøkni. '''Silicon Valley''' í Norðurkalifornia er heimsins stø..."
 
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Siliconvalley.JPG|thumb|right|220px250px|Silicon Valley er heimsins miðdepil í teldutøkni.]]
'''Silicon Valley''' í [[Kalifornia|Norðurkalifornia]] er heimsins størsta miðsavning av telduídnaði.<ref>http://www.siliconvalley.com/sv150/ci_14902728?nclick_check=1</ref> [[Telduídnaður]] fevnir um ein hóp av ymiskari framleiðslu, ið til samans er ein stór ídnaðargrein í [[USA]]. Hartil hoyrir alt frá streymrásum og skríggjum til [[telduspøl]] og forrit. Teldutøkni er at kalla allastaðni í samfelagnum, til dømis í [[Bilar|bilum]], [[Sjónvarp|sjónvørpum]], sjálvtøkum og [[fartelefon]]um. Eins og í nógvari aðrari framleiðslu, so verða einstøku lutirnir til teldur og tað, sum hartil hoyrir, gjørdir í nógvum ymiskum londum kring [[Ásia]]. Tað mesta av øllum skríggjum, streymrásum, harðdiskum og øðrum tólbúnaði verður gjørt í m.a. [[India]] og [[Kina]]. Menningin av telduforritum og teldum fer fyrst og fremst fram í Silicon Valley, har telduídnaðurin er miðsavnaður í ávísum økjum.<ref>https://snl.no/Silicon_Valley</ref> Mangar fyritøkur hava høvuðsskrivstovu í Silicon Valley, m.a. [[Apple]], [[eBay]], [[Adobe]], [[Dell]], [[Facebook]], [[Intel]], [[Netflix]], [[Yahoo]], [[Microsoft]], [[YouTube]], [[Twitter]] og [[Google]]. [[Tesla Motors]] heldur eisini til í Silicon Valley og hevur høvuðssæti í Palo Alto. [[Ísrael]] hevur størstu konsentratiónina av hátøkni-fyritøkum uttanfyri Silicon Valley.