Munurin millum rættingarnar hjá "Michigan"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 40:
 
Arbeiðsfólkið er ofta lítið, tað kunnu vera heilt ovurstórir garðar, har ið kona og maður eru einsamøll uttan ta allarstrævnastu tíðina um heystið. Við tað at garðarnir oftast eru so ógvuliga stórir, leggja bøndurnir ikki í at brúka stórvegis av tøðum, summir taða yvirhøvur ikki, komið veksur kortini, men so velta teir heldur ikki sama stykki ár um ár; tá ið teir hava havt korn í einum stykki eitt ár, verður tað bara liggjandi til gras í nøkur ár.
 
=== Bilídnaður ===
[[Mynd:Chevrolet_Tahoe_hybrid_MLB_All_Star_Game_edition_at_67_St_NYC.jpg|thumb|left|220px|''Chevrolet Tahoe''. [[General Motors]] hava framleitt [[bilar]] síðan 1908. Høvuðssæti er í [[Detroit]].]]
Bilídnaðurin hevur serliga tikið seg fram í Michigan.<ref>http://www.slate.com/articles/news_and_politics/explainer/2012/02/why_are_all_the_big_american_car_companies_based_in_michigan_.html</ref> Í byrjanini av [[20. øld]] fóru bilverksmiðjurnar hjá [[Henry Ford]] í [[Detroit|Detroit, Michigan]] undir at nýta flutningsbond. Arbeiðið við flutningsbandi fer soleiðis fram, at hvør arbeiðari ger bara ein lítlan part av tí arbeiði, sum skal til fyri at gera lutin, sum t.d. kann vera ein [[bilur]]. Bilurin, sum er í gerð, verður so fluttur við flutningsbandinum víðari til tann næsta arbeiðaran, sum so ger sín part av arbeiðinum. <ref>Drowne, Kathleen Morgan; Huber, Patrick (2004). Nineteen Twenties. Greenwood Press. s. 245. ISBN 0-313-32013-6.</ref> Áður var tað so, at allir arbeiðsmenninir vóru við til at gera næstan allan bilin. Nú vórðu bilarnir hjá Ford, General Motors og Chrysler settir saman av lidnum lutum. Í fyrstani var bara eitt modell at fáa, og bara ein litur, sum var svart. Síðan dagarnar hjá [[Henry Ford]] er nógv hent í bilídnaðinum í Michigan. Á einari bilverk smiðju verða teir einstøku lutirnir framvegis settir saman til ein bil, men meginparturin av tí arbeiðinum í [[USA]] verður nú gjørt av maskinum. Einstøku lutirnir verða gjørdir á ymiskum verksmiðjum, og tær kunnu vera í hvør sínum landi, kanska langt burturi frá tí verksmiðjuni í [[Detroit]] ella [[Lansing]], har bilurin verður settur saman. Í 2013 varð næstan fjórði hvør bilur gjørdur í USA, gjørdur í Michigan (22 %). <ref> http://www.detroitchamber.com/economic-development-2/chamber-initiatives/michauto-universal-name/the-auto-industry-in-michigan/</ref> Michigan hevur í 2011 framleitt 1.9 mió. bilar, 1.5 mió. framleitt í [[Detroit]] ella [[Lansing]].<ref>http://www.detroitchamber.com/economic-development-2/chamber-initiatives/michauto-universal-name/the-auto-industry-in-michigan/</ref>
 
== Sí eisini ==