Munurin millum rættingarnar hjá "Enskt mál"

Content deleted Content added
s →‎Sí eisini: bólkur
No edit summary
Linja 16:
sil = ENG}}
[[Mynd:Anglospeak(800px).png|thumb|left|Lond við meiriluta av fólki, ið tala enskt.]]
'''Enskt mál''' (ella '''eingilskt''') er móðurmál hjá umleið 360 000 000 fólkum, harav um 210 000 000 í [[USA]] ([[amerikanskt enskt]]), um 55 000 000 í [[Stóra Bretland]]i, góðum 17 000 000 í [[Kanada]], um 15 700 000 í [[Avstralia]], sløkum 3 500 000 í [[Suðurafrika]], um 3 200 000 í [[Nýsæland]]i og um 2 600 000 í [[Írland]]i. Enskt er eitt av stóru heimsmálunum. So hvørt sum heimshandilin veksur, og politikkur fer um landamørk og verður til altjóða politikk, og nýtslan av internetinum økist, er enskt vorðið eitt slag av felags máli hjá fjøld av fólki kring heimin. Hetta sæst eina best í vísindunum. Nú á døgum verða umleið 80 prosent av øllum vísindaligum tekstum skrivaðir á enskum.<ref>https://snl.no/engelsk</ref> Summi vænta, at í 2030 fer helmingurin av øllum fólkum á jørðini at duga enskt.
 
Enskt er [[mál]]ið hjá Bretlandi, sum søguliga var stórt heimsveldi, og eisini er tað málið í USA, einum av heimsins stórveldum. Tessvegna vilja mong lond ikki vita av enskum sum felagsmáli; tí hetta kenst eyðmýkjandi sum mismunur og vanvirðing móti øðrum tjóðmálum. Enskt er eitt hitt mest umtókta málið í heiminum, men tað er langt frá almennari nýtslu um allan heim. Seinastu árini er enska málið byrjað at fáa eitt ráðandi pláss í føroyska samfelagnum.
Linja 103:
Á enskum er vanligt at siga “it” um djór; “he”/“she” kann tó verða sagt um djór, ið eru knýtt at menniskjum, t.d. “Is that your cat? '''She''' is beautiful”. Eisini siga vit “he”/“she”, tá ið dentur verður lagdur á kynið á djórinum, t.d. “'''she''' is a mare” (ryssa). Kvenndjórið og kalldjórið hava ofta serstøk nøvn eins og á føroyskum. Tá ið ''tað'' vísir aftur á ein setning, kann tað á enskum eita “so”. Hetta er í sambandi við orð sum t.d. “think”, “hope”, “say”, “suppose”, v.f. T.d. “yes, I think '''so'''” (eg haldi tað) ella “I hope '''so'''” (eg vóni tað). ''Tað'' í sambandi við ''eisini'' eitur á enskum “so”, t.d. “she was ill, and '''so''' was Peter” (hon var sjúk, og tað var Pætur eisini). ''Tað'' eitur “it”, tá ið vit ikki kunnu vita, hvønn vit tosa um, t.d. “who is on the phone? '''It''' is secret” (tað kundi verið ein og hvør). ''Tað'' eitur “he”/“she”, tá ið vit vita, hvønn vit tosa um, t.d. “Do you know that guy? Yes, '''he''' is a buddy of mine” (vit síggja persónin). “There” verður nýtt sum eykagrundliður, tá ið rætti grundliðurin er eitt navnorð, t.d. “'''there''' is a man outside”. 

“It” verður vanliga nýtt um tíð (t.d. “'''it''' is twelve o’clock somewhere”), frástøðu (t.d. “'''it''' is a long way to Arkansas”) og veðrið (t.d. “'''it''' is so cloudy here”).
 
“It” verður nýtt, tá ið rætti grundliðurin er: navnháttur (“'''it''' is wrong to steal”) og ing-formur ('''it''' is no use to vote that way”). “It” verður nýtt sum eykagrundliður framman fyri ''that''-setningar, t.d. “it says in the report that two women were killed”. Á føroyskum hevur ognarfornavnið sama form, um tað stendur í sambandi við navnorð, ella tað stendur einsamalt (navnorðsformur): hatta er mín hundur/hundurin er mín, á enskum eru tveir formar “that is '''my''' dog” og “the dog is '''mine'''”. Ognarfornøvn fáa ikki apostrof sum hvørsfalsmerki, t.d. “the baby has got '''its''' first tooth” ella “he didn’t find his own keys, so he took '''hers'''”. Á enskum er einki orð, sum svarar til tað føroyska sín/sítt/hjá sær. Í staðin nýta bretar ognarfornavnið “his”, “her”, “its”. T.d. “he spoke to '''his''' son” (son sín/sonin) ella “the kid lost '''its''' ball” (bóltin hjá sær).
 
== Kelduávísingar ==
<references/>
 
== Sí eisini ==