Munurin millum rættingarnar hjá "Nilá"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Egypt_Nil.jpg|thumb|250px|right|Nilá í [[Egyptaland]]]]
'''Nilá''' er longsta á í heiminum og rennur úr [[Viktoriuvatni]] í [[Kenja]] og norður ígjøgnum [[Sahara]] og út í [[Miðjarðarhav]]. Hon rennur ígjøgnum [[Etiopia]], [[Sudan]] og [[Egyptaland]]. Úr ánni fæst drekkivatn, vatn á akurlendið og fiskur. Nilá hevur verið og er ein ógvuliga týdningarmikil flutningsleið í Egyptalandi og Sudan. Harumframt ger vatnið í Nilá, at tað ber til at velta jørðina í tí turra oyðimarkarveðurlagnum. Áin er eisini væl umtókt ímillum ferðafólk. Tey sigla niðan eftir ánni í ferðamannaskipum ella seglbátum, nevndir ''felucca'', at síggja mongu fornminnini í [[Egyptaland]]. Ein tann longsta og størsta áin í verðini er Niláin. Norðasti (niðasti) partur av Nilánni rennur gjøgnum oyðimarkarøki, sum er millum tey fjølbygdastu í heiminum. Har reka tey ógvuliga nærtøknan landbúnað. Tað ber til, tí at Niláin hevur við sær føðsluríka móru úr fjøllunum í Uganda og Etiopia, og hendan móran hevur sum frá er liðið gjørt lendið í Egyptalandi væl egnað til akrar og veltur. Men síðan Assuanbyrgingin varð bygd, førir Niláin ikki longur líka nógva móru við sær. Nú taða tey í staðin akrar og veltur við handilstøðum. Um 99 % av fólkinum í [[Egyptaland]]i býr í Nildali og á Niloyrunum. Áin er lívæðrin í landinum og veitir landbúnaðinum, ídnaðinum og bústøðunum vatn. Tá ið [[Aswanbyrgingin]] varð bygd um Nilá, varð ovurstórt lendi sett undir vatn. Enn er tað størsta byrgda vatn í heiminum og verður kallað [[Nassarvatn]] eftir forsetanum tá, [[Gamal Abdel Nasser]].
 
[[Bólkur:Áir]]