Munurin millum rættingarnar hjá "Kalifornia"

Content deleted Content added
Linja 173:
=== Umhvørvispolitikkur ===
 
Í Kalifornia, har flestir bilar eru í [[USA]] í mun til støddina á statinum, eru strangar reglur settar í verk, sum skulu gera, at akførini verða betri fyri umhvørvið. Umhvørvisfelagsskapir sum [[Greenpeace]], hava fingið stóra undirtøku ímillum manna og hava gjørt umhvørvismál til stórtíðindi. Í 2004 viðtók staturin Kalifornia, at bensinnýtslan skuldi verða minkað heili 30 % í 2016. Vindmylnur í Kalifornia vera m.a. meira og meira nýttar sum orkukelda. Ongantíð áður hava amerikanarar bygt so nógvar vindmyllur sum í 2014. Tað er serstakliga í statunum Kalifornia og [[Texas]], at ein støðugt størri partur av elveitingini kemur frá vindorku. Tað er áhugafelagsskapurin fyri vindorku í [[USA]], American Wind Energy Association, sum á síni heimasíðu sigur frá, at USA í 2013 fór undir uppsetan av vindmyllum og vindmylnulundum við eini samlaðari orku uppá 12 000 megawatt (MW). Bloomberg skrivar, at tey 12 000 MW eru 11 ferðir meira enn tann orka, sum varð tikin í brúk í 2012 <ref>http://www.bloomberg.com/news/2014-01-30/u-s-wind-power-building-boom-follows-92-percent-crash.html</ref>. Tað var einans 1084 MW.
 
Sólorka hevur fingið misjavna móttøku kring heimin, men í USA tykist eisini hon at vinda nógv uppá seg. Staturin Kalifornia gongur á odda, har meira enn ein hálv million húsarhald verða rikin við streymi frá sólorku. Stóra loysunarorðið í sambandi við sólorku í Kalifornia er ''leasing''. Júst leasing, sum er eitt slag av leigu, er ein av orsøkunum til vøksturin í brúkinum av sólpanelum stendur í frágreiðing frá stovninum Climate Policy Initiative <ref>http://cleantechnica.com/2014/02/01/solar-iq-rises-costs-fall/</ref>. Tríggir av fýra privatkundum í Kalifornia velja at leiga sólpanel heldur enn at keypa tey. Mark Jacobson, umhvørvisprofessari frá Stanford Universitetinum sigur, at leasing hevur gjørt sólorku tilgongiliga fyri fleiri fólk. Fyri fólk við avmarkaðari inntøku er tað ein av gongdu leiðunum. Fyritøkur sum Solar City, Sunrun, SunEdison og Sungevity hava allar bústað í heimsins miðdepli fyri elektronik og tøkni, Silicon Valley í Norðurkalifornia. Hesar bjóða fólki at leiga sólpanel í 20 ár.
 
=== Vatntrot ===
 
Tað er ikki lætt at útvega nóg mikið av vatni til býirnar, ið vaksa so skjótt. Serliga í teimum sólríku og turru økjunum í [[Suðurkalifornia]] er tað ein trupulleiki. Tey fáa vatn úr áunum, men vatn haðan verður eisini nýtt í vatningar skipanum í landbúnaðinum. T.d. verður so nógv vatn tikið úr tí stóru [[Colorado River]], at lítið er eftir í ánni, tá ið hon kemur út á sjógv. Í undirgrundini eru alstórar goymslur av vatni, sum vórðu til undir seinastu ístíð, fyri 10.000 árum síðan. Men tær goymslurnar minka í stórum, og tað verður alsamt dýrari at pumpa vatnið upp.
 
=== Deyðarevsing ===