Munurin millum rættingarnar hjá "Poul F. Joensen"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 3:
'''Poul Frederik Joensen''' ([[18. november]] [[1898]] - [[27. juni]] [[1970]]) er kendasta skaldið í [[Suðuroy]] og eisini ein av mest týðandi skaldum í Føroyum. Hann var ættaður úr Hørg í [[Sumba]], og hann nevndi seg viðhvørt ''Hargaskaldið''.
 
Poul F. var fólkafloksmaður altum síttein lívháls. Hann fór til skips 14 ára gamal og royndi sjólívið í eitt ár. Hann hevði ætlað sær at halda fram við tí, og skuldi fara við Robert Miller í [[1914]], men foreldur hansara søgdu nei og sendu hann á læraraskúla í Havn í staðin. Tað vísti seg at vera hansara bjarging, tí sama túrin gekk Robert Miller burtur við mann og mús. Poul F. fór so á [[Føroya Læraraskúli|Læraraskúlan]], har hann tók læraraprógv í [[1917]]. Meðan hann búði í Havn, var hann ofta á Færø Amtsbibliotek, sum seinni broytti navn til Føroya Landsbókasavn, og har las hann bókmentir úr øðrum londum. Honum dámdi serliga væl yrkjararnar Robert Burns og Heinrich Heine, og í fyrsta yrkingasavni sínum eru fleiri yrkingar hjá teimum báðum, sum Poul F. hevði týtt leysliga til føroyskt úr donskum. Áðrenn hann gav út fyrsta yrkingasavnið í 1924, fekk hann nakrar yrkingar útgivnar í bløðum og tíðarritum, eitt nú í [[Tingakrossur|Tingakrossi]] og í [[Varðin (tíðarrit)|Varðanum]]. Hann hevði eisini nakrar barnasøgur við í [[Barnablaðið|Barnablaðnum]] í 1920-árunum, men hesar hevur hann ikki tikið við, tá hann seinni hevur givið út bøkur sínar. Hann hevur eisini yrkt nøkur føroysk kvæði, t.d. um frísarnar í Akrabergi.<ref>Eivindaródn - Greinar 1979-2011. Heiðursrit til Eivind Weyhe, greinar hansara frá nevnda tíðarskeiði. Síða 525-550</ref>
Hann var lærari í [[Froðba]] [[1919]] til [[1927]] og í [[Lopra]] og á [[Akrar|Økrum]] frá 1947 til 1949. Hann giftist til Froðbiar við Juliu Mortensen og varð búgvandi har alt lívið. Eftir at hava sagt lærarastarvið frá sær, arbeiddi hann sum traðarmaður og verkamaður, til hann andaðist í [[1970]].