Munurin millum rættingarnar hjá "Poul F. Joensen"
Content deleted Content added
EileenSanda (kjak | íkøst) →Slóðir úteftir: bólkar |
No edit summary |
||
Linja 3:
'''Poul Frederik Joensen''' ([[18. november]] [[1898]] - [[27. juni]] [[1970]]) er kendasta skaldið í [[Suðuroy]] og eisini ein av mest týðandi skaldum í Føroyum. Hann var ættaður úr Hørg í [[Sumba]], og hann nevndi seg viðhvørt ''Hargaskaldið''.
Poul F. var fólkafloksmaður alt sítt lív. Hann fór til skips 14 ára gamal og royndi sjólívið í eitt ár. Hann hevði ætlað sær at halda fram við tí, og skuldi fara við Robert Miller í [[1914]], men foreldur hansara søgdu nei og sendu hann á læraraskúla í Havn í staðin. Tað vísti seg at vera hansara bjarging, tí sama túrin gekk Robert Miller burtur við mann og mús. Poul F.
Hann var lærari í [[Froðba]] [[1919]] til [[1927]] og í [[Lopra]] og á [[Akrar|Økrum]] frá 1947 til 1949. Hann giftist til Froðbiar við Juliu Mortensen og varð búgvandi har alt lívið. Eftir at hava sagt lærarastarvið frá sær, arbeiddi hann sum traðarmaður og verkamaður, til hann andaðist í [[1970]].
|