Munurin millum rættingarnar hjá "Hov"

4 bytes løgd afturat ,  6 ár síðan
s
s
Teir, sum stóðu fyri arbeiðinum at taka gomlu kirkjuna á Kirkjukletti niður, vóru arkitekturin Johan Hofgaard og Johan Hammer, timburmaður. Teir tóku bretti fyri bretti niður og merktu tey. Sama var við bjálkunum. Síðan var alt tilfarið koyrt í lastbili út á kaiina í Vági, har tað varð flutt við skipi til Hovs. Av Stapanum varð tað borið niðan á tað staðið, sum hovbingar rópa Innan Glyvur. Grund varð laðað, og kirkjan sett upp aftur av nýggjum. Umframt arkitektin Hofgaard og Johan Hammer, hjálptu Leivur Jespersen og Hans Pauli Luid við at smíða kirkjuna upp aftur av nýggjum. Tá ið kirkjan stóð á Kirkjukletti hevði hon flagtak, men nú tá ið hon varð bygd av nýggjum, løgdu teir galvaniserað jarntak á.
 
Tann 14. februar 1943 varð kirkjan vígd. [[Gulak Jacobsen]], sum var fyribils settur próstur, vígdi hana.
 
== Myndir ==