Munurin millum rættingarnar hjá "Súluskerið"

Content deleted Content added
No edit summary
sNo edit summary
Linja 11:
}}
[[Mynd:Sula_Sgeir_from_the_South_West.jpg|thumb|right|250px| Hvørt summar gera 10 staðkendir menn eina ferð út til Súluskerið, sum er væl kent millum føroyskar sjómenn.]]
'''Sula Sgeir''' (á føroyuskum '''Súluskerið''' <ref>http://logting.elektron.fo/logtingsmal/logtingsmal98/124.98%20Uppskot%20til%20samtyktar.htm</ref>) er ein lítil oyggj sum hoyrir til [[Skotland]]. Norðan fyri [[Suðuroyggjar]]nar liggur Súluskerið, sum ber [[Keltisk mál|keltiska]] navnið Sula Sgeir. Ofta verður sagt, at Súluskerið er okkara nærmasti granni. Skulu vit verða heilt neyv so er tað lítla oyggin [[Rona]]. Hon vinnur á Súluskerið við 1 km. Hóast føroyskir sjómenn hava valt at kalla Sulu Sgeir fyri Súluskerið, so er í stødd meira talan um ein hólm, 15 ha. Súluskerið verður nevnt Sula Sgeir á geliskum, og prógvar tað, at [[Føroyskt mál|føroyska málið]] og [[Keltisk mál|keltisku málini]] hava nøkur orð til felags. <ref>http://www.fiskimannafelag.fo/media/8833/314.pdf</ref> [[Enskt mál|Enska]] orðið fyri [[Súla|súlu]] er ''gannet''.
 
Súlaskerið ber 30.000 [[Súla|súlur]] og 15.000 [[Havhestur|havhestar]]. Bretsku friðingarmyndugleikarnir hava givið monnunum í lítla býnum, [[Port of Ness]], loyvi at taka 2000 omplar eina ferð um árið. Ness liggur norðast í norðastu [[Suðuroyar|suðuroynni]] Lewis. Har er manntómt nærum alt árið, burtursæð frá nøkrum vikum um summarið. Tá fara 10 mans av oynni Lewis til Súluskerið at taka 2000 omplar.