Munurin millum rættingarnar hjá "Hattarvík"

Content deleted Content added
→‎Floksmenninir: úr Hattarvík, ikki Haldarsvík
s har - í staðin fyri "á rókini", hóskar ikki ordiliga inn í einari alfrøði, haldi eg.
Linja 11:
}}
 
'''Hattarvík''' er ein bygd í [[Fugloy]]. Hon er tann eystasta bygdin í [[Føroyum]]. Hattarvík varð fyrstu ferð nevnd í [[Hundabrævið|Hundabrævinum]], sum varð skrivað einaferð í tíðarskeiðnum 1350-1400. Í Fugloy eru tvær bygdir: [[Kirkja (bygd)|Kirkja]] og Hattarvík. Strekkið ímillum Kirkju og Hattarvík er 6 km. Í [[1970-árini|sjeytiárunum]] varð vegur gjørdur millum bygdirnar á Fugloynni. Arbeiðið við at gera vegin byrjaði miðskeiðis í sjeyti-árunum og varð vegurin tikin í nýtslu í umleið 1990. Í dag eru nøkur akfør í oynni. Kirkja og Hattarvík eru bygdir, sum síggjast at hava verið um leið ár 1350-1400, men sum kunnu vera eldri. Íbúgvatalið vaks upp í 100 fólk beint fyri [[Seinna heimskríggj]] og tók so at minka serliga frá 1960 og úteftir. Sambært tølum frá [[Hagstova Føroya|Hagstovuni]] í 2014 búgva 14 fólk í Hattarvík, men um veturin eru í mesta lagi seks fólk á rókinihar. Tá mest fólk búðu í bygdini – umleið 1940 – vóru tey umleið 100. Í bygdini er kirkja og skúli. Kirkjan er bygd í 1899 og skúlin er bygdur í 1926. Kirkjan hevur áður verið á Kirkju, men tá nýggj kirkja skuldi byggjast í [[1830-árini|1830-árunum]], varð avgjørt at byggja hana í Hattarvík. Á Kirkju var ongin, ið tá kundi vera kirkjuverji, av tí at flestu menn á Kirkju gingu burtur við báti í 1818. Og ongin orsøk var at flyta hana frá Hattarvík, so ístaðin bleiv nýggj kirkja bygd har í 1898-1899, tí fyrra kirkjan var illa farin.
 
== Søga ==