Munurin millum rættingarnar hjá "Hattarvík"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 10 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q615780 (translate me)
No edit summary
Linja 6:
kommuna=Fugloyar kommuna|
markatal=27|
íbúgvar=15 14 <ref>[http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroyafo/Hagtalsgrunnurhagtalsgrunnur/ibugvav_valibugvar-og-val/FOLKBYGDARfolkatal Hagstova Føroya]</ref>|
íbúgvar_ár=20092014|
viðmerkingar=|
}}
 
'''Hattarvík''' er ein bygd í [[Fugloy]]. Hon er tann eystasta bygdin í [[Føroyum]]. Hattarvík varð fyrstu ferð nevnd í [[Hundabrævið|Hundabrævinum]], sum varð skrivað einaferð í tíðarskeiðnum 1350-1400. Í Fugloy eru tvær bygdir: [[Kirkja (bygd)|Kirkja]] og Hattarvík. Strekkið ímillum Kirkju og Hattarvík er 6 km. Í [[1970-árini|sjeytiárunum]] varð vegur gjørdur millum bygdirnar á Fugloynni. Arbeiðið við at gera vegin byrjaði miðskeiðis í sjeyti-árunum og varð vegurin tikin í nýtslu í umleið 1990. Í dag eru nøkur akfør í oynni. Kirkja og Hattarvík eru bygdir, sum síggjast at hava verið um leið ár 1350-1400, men sum kunnu vera eldri. Íbúgvatalið vaks upp í 100 fólk beint fyri [[Seinna heimskríggj]] og tók so at minka serliga frá 1960 og úteftir. Sambært tølum frá [[Hagstova Føroya|Hagstovuni]] í 2014 búgva 14 fólk í Hattarvík, men um veturin eru í mesta lagi seks fólk á rókini. Tá mest fólk búðu í bygdini – umleið 1940 – vóru tey umleið 100. Í bygdini er kirkja og skúli. Kirkjan er bygd í 1899 og skúlin er bygdur í 1926. Kirkjan hevur áður verið á Kirkju, men tá nýggj kirkja skuldi byggjast í [[1830-árini|1830-árunum]], varð avgjørt at byggja hana í Hattarvík. Á Kirkju var ongin, ið tá kundi vera kirkjuverji, av tí at flestu menn á Kirkju gingu burtur við báti í 1818. Og ongin orsøk var at flyta hana frá Hattarvík, so ístaðin bleiv nýggj kirkja bygd har í 1898-1899, tí fyrra kirkjan var illa farin.
'''Hattarvík''' er ein bygd í [[Fugloy]]. Hon er tann eystasta bygdin í [[Føroyar|Føroyum]]. Hattarvík varð fyrstu ferð nevnd í [[Hundabrævið|Hundabrævinum]], sum varð skrivað einaferð í tíðarskeiðnum 1350 - 1400.
 
== Søga ==
[[Mynd:Hattarvik Fugloy Faroe Islands.JPG|thumb|left|Hattarvík]]
<!--*Íbúgvar: 5 (2004)
 
=== Fugloyarbók ===
* Postnummar: 767
 
* Kommuna: Fugloyar kommuna-->
Sandoyarbók, sum [[Jóannes í Króki]] fór undir í 1821 og fullførdi 10 ár seinni, er uttan iva høvuðsavrikið hjá Jóannesi í Króki. Hetta verk var øðrum til fyrimynd, og úti í Fugloy fór [[Hanus Hansen]] (Hanus Hanusarson) (1794-1854), bóndi á Kellingargarði í Hattarvík, undir eitt sovorðið stórarbeiði. Hansara verk, [[Fugloyarbók]], hevur 97 [[kvæði]] á 399 blaðsíðum. Hon varð givin próvstinum [[V. U. Hammershaimb]] sum gáva. Hóast Fugloyarbók má roknast at vera av minni týdningi enn [[Sandoyarbók]], inniheldur hon nógv, ið ikki er at finna aðrastaðni.
<br/><br/><br/>
 
== Hattarvíkar kirkja ==
[[Mynd:Hattarvik Fugloy Faroe Islands.JPG|thumb|leftright|250px|Kirkjan í Hattarvík ár 2010.]]
Tann 5. februar 1818 vóru teir flestu av monnunum á [[Kirkja (bygd)|Kirkju]] - sjey í tali - á útróðri. Á heimleið drakk báturin í ósløttum [[Sjógvur|sjógvi]], og hann sakk. Bert tveir vórðu bjargaður, men annar teirra doyði, áðrenn teir vunnu upp hús í [[Svínoy]]. Tá oyggin, stutt eftir hetta, skuldi hava nýggja [[Kirkja (hús)|kirkju]] - sum higartil hevði verið á Kirkju - varð avgjørt at byggja hana í Hattarvík. Kirkjan var vígd í 1833. Í 1881 verður kirkjusýn hildið. Tá verður um kirkjuna sagt: Kirkjan í Fugloy er í ringum standi. Tornið er rotið og somuleiðis viðurin undir vindeygunum. Kirkjusýn vóru aftur í 1893 og 1896, men ikki fyrr enn í juni 1898, tá [[Símun Mikael Zachariassen]] staðfestir at kirkjan er at kalla ónýtilig, hendir nakað. 3. august hetta árið skrivar kirkjueftirlitið til [[Føroya Løgting]] við umbøn um at játta DDK 5836,70 kr. til at byggja nýggja kirkju fyri í Hattarvík, 24 x 12 alin til støddar. Tilboðið hevur [[Petur í Mattalág]] givið, og 20. september skriva hann og [[Christian Bærentsen]], amtmaður, undir byggisáttmála. Afturat sær hevði Petur Magnus av Kamarinum, sum gjørdi timburarbeiði, og í Hattarvík vóru fleiri menn bæði til grót, [[træ]] og [[jarn]], sum ivaleyst hjálptu til meir enn teir átta pliktarbeiðs-dagarnar, teimum vóru álagdir. 9. november 1899 sigur prósturin í skrivi amtinum frá, at Heilmann, prestur á [[Viðareiði]], hevur vígt kirkjuna 29. oktober. Og vígsludagin hava Líggjas í Keldhúsinum og Guttormur í Geilini sýnað hana og váttað, at alt er væl úr hondum greitt. Gamla kirkjan stóð uppi í [[Húsi]] á markinum millum bø og haga. Nýggja kirkjan verða sett í býlinginum niðri í Húsi - á grundstykki, sum festið í Uttarstovu átti.
 
== Sagnir úr Hattarvík ==
[[Mynd:Detailed_map_fugloy_2006.jpg|thumb|right|250px|Kort av oynni.]]
=== Huldumaðurin og seyðamaðurin

 ===
 
=== Huldufólkið í Útistovu ===
 
=== 

Flotoyggj ===
 
Fugloyggin var av fyrstu tíð [[flotoyggj]]. Menn róðu at henni til at kasta stál á hana og festa hana so í botn, men einki batti, tí fult stóð av trøllum fram við bakkanum, og tey loftaðu øllum, ið blakað varð á land, og tveittu tað út aftur á [[Sjógvur|sjógv]]. So vóru allir prestarnir heintaðir saman fyri at fáa oynna til at standa. Teir vóru fluttir út til hennara og bíndu ikki av henni alla tíðina, meðan róð varð, at hon skuldi ikki fara burtur úr eygsjón. Ein av prestunum stóð fremstur í bátinum og kastaði [[Bíblian|Bíbliuna]] upp á land, meðan allir hinir stardu upp á oynna. Tá hjálpti; teir vóru mentir yvir trøllunum og vendu tey um til túgvur. Túgvurnar hava staðið tjúkt eftir bakkanum við [[Kirkja (bygd)|Kirkju]] fyrr, men nú eru tær burturfarnar, sum tað er matað niðanundir av brimi. <ref>Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901</ref>


 
=== Gullheyggjur ===
 
Tríggir menn komu úr [[Noreg]]i til [[Fugloy]]ar í Føroyum um tað bilið, tá ið [[Haraldur Hárfagri|Haraldur kongur hin hárfagri]] legði alt Noregs land undir seg. Gunnar æt hann, ið fyri teimum var, og Tróndur æt annar teirra, ið við honum vóru. Gunnar búsettist í Hattarvík. Hann hevði nógv [[gull]] við sær og ein ring um armin, sum kundi verja hann fyri trølldómi. <ref>Jakob Jakobsen: ''Færøske folkesagn og æventyr''. 1898-1901.</ref> Ein gandakelling, Steinvør, sum búði við [[Kellingará]] í Hattarvík, átti eina fosturdóttur, sum hon vildi so fegin hava gifta við Gunnari. Hon hevði allar vælir sínar frammi at fáa hann til at vera góðan við hana, men ikki batti. Tá gáddi hin gamla um ringin, sum hann hevði um armin, slepti so Gunnari og gav seg í lag við Trónd at lokka hann. Honum fekk hon skjótt bilbugt við, tí hann hevði einki til at verja seg fyri gandi. Hon sigur við hann, at hann fær ikki Gunnhild, dóttur sína, uttan hann fær henni fatur í ringin, sum Gunnar ber um armin. Ringurin er eitt virðileyst ting, heldur hon fyri, og hevur einki at týða, so tað er tað minsta, hann kann gera henni afturfyri. Tróndur lovar at royna. Um náttina, meðan Gunnar svevur, skal hann taka ringin burtur av armi hansara; men Gunnar vaknar í sama bili, sum hin nertir við, og drepur so Trónd, tí at hann sær, at hann vil svíkja seg. Meðan hevur kellingin skapað fosturdóttrina um til ein ravn. Tá ið Gunnar kastar tann blóðiga kroppin út, situr ravnurin uppi á tekjuni. Gunnar tekur boga sín og skjýtur hann, so hann dettur deyður niður, og kennir nú kroppin á Gunnhild, sum er vorðin umskapað aftur í fólkalíki. Nú er kellingin kjarnað og svør, at hon skal hevna honum hetta aftur tíðliga ella seint. Hon roynir allar vælir at fáa fatur á einum lindormi til at leggja á gull Gunnars og forða honum at koma at tí. Ein morgun, sum hon hyggur út, sær hon lindormin liggja á bønum. Nú er frøi á henni; hon gevur orminum bróst síni at súgva, at hann skal trívast væl og vaksa skjótt. Hon kennir á sær, hvussu hann drekkur lívið úr henni, sum hann sýgur; men hon leggur ikki lag í tað, bara hon fær hevnd. Næsta vár fór Gunnar víkingur burtur at herja. Alt visti kellingin og sá, at hann festi sær konu tað sama summarið. Tá ið nakað leið at tíðini, sum Gunnar skuldi koma aftur, bar hon lindormin út á gull hansara; tað var goymt í jørðini undir húsi Gunnars, har sum nú Gullheyggjur er. Ein stór jøvn hella liggur uppiá, skínandi hvít at síggja. Har gróv kellingin undir grundini og setti kropp Trónds aftur í holið sum tøpp. Ikki hevði hon bindindi at bíða, til Gunnar kom; tá ið hon sá skip hansara, skapaði hon seg um til ein hval, fór ímóti skipinum og slerdi tað sundur í sor. Tað var Gunnars bani, tí ringurin vardi hann bert á landi og ikki á sjógv. Men gandakellingin læt sítt lív har eisini, tí lindormurin hevði sogið allan merg burtur úr henni. Lindormurin varðveitti gullið og liggur á tí enn. Høvur hansara liggur undir øskudunganum (“niðri á øskudunga”, sum tey rópa tað) tætt undir húsunum í Hattarvík, men halin liggur “inni á tjørn” (innantil á hálsinum, hálvan fjórðing frá bygdini). Buktin liggur á gullinum undir Gullheyginum. Søgn er, at, fær ormurin høvdið út undan øskudunganum, skal Hattarvík forganga.
 
Seksti ár herfyri fóru nakrir menn úr Hattarvík at grava eftir gullinum oman fyri [[Dyrhamar]], har sum kellingin skuldi seta tøppin í, men góvu arbeiðið yvir, tí at teir hildu seg hoyra blástur av orminum.
 
Onnur frásøgn um gullið í Gullheyggi er tann, at Gongu-Rólvur skuldi koma skipráki til Hattarvíkar og so grava gullkistu niður har í áðurnevnda heyggj.
 
=== Jógvan og Eyðun Tróndarson ===
 
=== 

Fimti, Sakaris og fjørutrøllini í Hattarvík

 ===
 
=== Jústinus løgmaður ===
 
Einaferð fyrr í tíðini búði [[løgmaður]] í [[Fugloy]]. Hann æt [[Jústinus]] og sat sum bóndi á Kellingargarði í Hattarvík. Hann sigst at hava fingið løgmansembæti í [[Føroyum]] í løn fyri tað, at hann bjargaði einari bátsskipan niðri við lendistøðina í Hattarvík. Síðan hevur tað plássið verið nevnt Jústinusartangi eftir honum.<ref>Jakob Jakobsen: ''Færøske folkesagn og æventyr''. 1898-1901</ref> Jústinus og ein húskallur hansara fóru eina ferð við bát út í [[Bispin]] (stakkur norðan fyri Fugloynna) til at fleyga [[Fuglur|fugl]]. Húskallurin kleyv upp í stakkin, men Jústinus var eftir í bátinum. Tá sá løgmaðurin ein steinkóp, sum lá og fetti sær á einari fles, nakað um hálvan fjórðing sunnan fyri stakkin. Hann róði til flesina og bant bátin fastan við tangan, leyp upp á flesina eftir kópinum, men vann einki. Hann vildi venda aftur, men tá var báturin losnaður frá og fór rekandi norðureftir. Húskallurin í Bispinum var varur við bátin, ið kom rekandi, og til alla lukku bar streymurin hann so tætt at stakkinum, at maðurin fekk lagt netið á fleygastongini niður yvir stevnið á bátinum og drigið hann til sín. So róði hann til flesina og bjargaði húsbónda sínum. Henda flesin, sum nevnd hevur verið “løgmansskerið” síðani, er nú burturtikin av brimi.
 
Einaferð kom Jústinus løgmaður óvart á ein tjóv, rætt sum hann var at bróta inn í eitt gróthús hansara. Tjóvurin bønaði hann einki at gera sær, og Jústinus slepti honum, men varnaði hann ikki at gera slíkt oftari. Sama árið fór løgmaður til [[Tórshavn|Havnar]] til ólavsøkutingið, men sum hann sat í rættinum, kom hesin sami tjóvur inn og spurdi løgrættismenninar, hvussu mikil sekt ið lá á manni, sum slepti einum tjóvi og segði ikki frá honum. Tá svaraði løgmaðurin, sum kendi skálkin aftur og visti, hvat ið hann hevði í huga: “Eg skal lata tjóvabøturnar, men tú skalt hanga í gálganum.” Og [[løgmaður]] galt peningin alt fyri eitt og legði seksti dálar fram á borðið, men tjóvurin varð hongdur.
 
Um hetta mundið sat ein einkja á Húsagarði í Hattarvík, sum átti ein so frálíkan fuglahund, at tí manni, sum fór til fugla við honum, kravdist einki annað enn at fylgja honum til plássið og so leggja seg at sova. Tá ið maðurin vaknaði, kundi hann fara heim við eini heilari byrði av lundum, sum hundurin hevði fangað. Løgmaðurin bar ofta upp á mál við hana um at selja sær henda [[Hundur|hund]], men hon sýtti hvørja ferð. So kastaði hann hatur á hana og gjørdi tað í hevnisøk, at hann rak hana burtur av garði hennara í Hattarvík. Hon átti eitt annað festi í [[Hvannasund]]i í [[Viðoy]] og flutti hagar at búgva. Men løgmaður var eftir henni og fekk gjørt so mikið, at hon misti hetta festið við. So flutti hon inn á [[Strendur]] í [[Eysturoy]], hvar hon átti eina hálvmørk í jørð. Men heldur ikki her varð hon verandi. Tá stóð kirkja á Skála við ta ánna, sum rópast [[Kirkjuá]]. Men ein sunnudag í kirkjutíð kom eitt vatnlop so dáttliga á, at tað tók kirkjuna út á [[Sjógvur|sjógv]], og øll, ið inni vóru, týndu lívið. Tá varð tað lovað, at, har sum tað fyrsta sprekið av kirkjuni kom rekandi, í tí staði skuldi hon verða bygd upp aftur, og tað var beint niðri undir hálvmørkini, sum hin áðurnevnda einkjan átti og búði á. So skifti hon til [[Nólsoy]]ar. Har náddi løgmaður henni ikki, og síðan livdi hon í friði og náðum alla sína ævi.
 
Jústinus løgmaður átti tveir synir. Hin eldri fekk Kellingargarð eftir pápan; hin yngri giftist til løgmansgarðin á Steig í Vágum. Við skilnaðin gav løgmaður yngra soni sínum fýra óðalsmerkur innangarðs uttan fyri Tvættá á Kirkju (í Fugloy) og ein hagapart fyri seg sjálvan ytst í [[Skarðsvík]]. Festibrævið skrivaði løgmaður “uppi á Krossi”, á fjallinum ímillum Kirkju og Hattarvíkar.
 
=== Floksmenninir ===
 
Floksmenninir vóru tiltikin bartrog, ið livdu í [[Føroyum]] fyri nógvum hundrað árum síðan. Teir itu Høgni Nev, Hálvdan Úlvsson og Rógvi Skel og vóru úr Haldarsvík. Ein fjórða, Sjúrð við Gellingará, noyddu teir afturat sær. Teir søgdu fyri kongi, at tað livdist ikki í Føroyum fyri ófriðarkroppum og fingu hann at senda sær svørð og onnur vápn at verja sær við. Men veruliga ætlan teirra var at leggja undir seg allar Føroyar. Fimti mans fingu teir í part við sær, flestar úr [[Suðuroy]], og stevndu teimum til fundar á [[Gøtueiði]] at leggja til rættis. Men yvirvøldin í [[Havn]] frætti um ætlanina, tók viðhaldsmenn teirra og sendi síðan fólk at taka floksmenninar. Eftir harðan bardaga í [[Svínoy]] vórðu teir tiknir og [[Deyðarevsing|dømdir til deyða]] fyri m.a. at hava dripið bóndan í [[Árnafjørður|Árnafirði]]. Floksmenninir vóru síðani førdir uppá á hægstan Valaknúk, omanstoyttir haðani og grivnir niðriundir. <ref>http://www.heimabeiti.fo/default.asp?page=594</ref>
 
== Postur ==
 
Nær postskiftisstøð er skipað í Hattarvík, vita vit ikki við vissu, men elsta skrivið viðvíkjandi Hattarvík, sum vit finna í skjølunum hjá postverkinum, er dagfest 12. juli 1932. Hetta er ein umsókn frá Marionnu Fuglø um at gerast postskiftiskvinna í Hattarvík. Hon verður sett í starvið. Onnur skjøl benda á, at Tróndur Fuglø, sum er faðir Marionnu Fuglø, hevur verið postskiftismaður frammanundan. Hvussu leingi Tróndur Fuglø hevur røkt starvið, geva skjølini onki svar uppá, men í einum brævi verður nevnt, at hann hevur gingið ímillum Hattarvík og [[Kirkja (bygd)|Kirkju]] við og eftir posti. Tá postbáturin ikki fekk samband við Hattarvík orsakað av ókyrru, skuldi postskiftisstøðin í Hattarvík syrgja fyri, at postur ið skuldi sendast, varð borin úr Hattarvík til Kirkju. Komandi postur til Hattarvíkar varð so tikin við heimaftur. Hetta kom ofta fyri, serliga tá nógv høgætt og eysturætt var um vetrarnar.
 
Í 1937 eitur postskiftiskvinnan Marianna Hansen. Hon er nú gift við Óla G. Hansen, keypmanni í Hattarvík. Marianna Hansen doyr tann 23. juli 1953. Í skjølunum síggja vit, at í august 1953 hevur eftirsitandi maður hennara, Óli G. Hansen, tikið við sum postskiftismaður í bygdini. Hann situr við postinum til hann doyr 27. desember 1971. Tann 1. apríl 1972 tekur Katrin Amalia Fuglø við sum postskiftiskvinna í Hattarvík. Hon er dóttur Marionnu og Óla G. Hansen. Seinastu árini hevur maður hennara, Leivur Fuglø, havt ábyrgdina av postinum í Hattarvík. Viðvíkjandi postflutninginum var støðan tann sama í Hattarvík sum á [[Kirkja (bygd)|Kirkju]], tað vil siga, at áðrenn postbáturin fór at sigla í 1914, var ongin regluligur postflutningur. Posturin varð borin úr [[Klaksvík]] og lagdur til heintingar í [[Hvannasund]]i. Tað var postmaðurin, sum gekk úr Klaksvík um [[Árnafjørður|Árnafjørð]] og Hvannasund til [[Viðareiði]]s, ið tók postin til [[Svínoy]]ar og [[Fugloy]]ar við norður í [[Hvannasund]]. Tá onkur úr [[Fugloy]] og [[Svínoy]] kom inn í Hvannasund í ørindum, varð posturin til bygdirnar í Fugloynni og til Svínoyar tikin við útaftur.
 
== Keldur ==
<references/>
<br/><br/>
 
== Slóðir ==
 
* [http://faroeislands.dk/pages/Dk/HattarvikIndex.htm Myndir og upplýsingar] (danskt og enskt)
* [http://www.matrikul.fo/ymiskt/spurna_kapping/2004-07.html Matrikul.fo - Hattarvík (loftmynd frá 1984)]
Line 31 ⟶ 76:
* [http://www.olivant.fo/index.php?lg=11916 ''Olivant.fo, 11. mars 2004:'' “Sær svart út...”"]
 
[[Bólkur:Bygdir í Føroyum]]
[[Bólkur:Fugloy]]