Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyska sjálvstýrisrørslan"

Content deleted Content added
 
Linja 6:
== Søga ==
 
=== Áðrenn danska yvirræðinumyvirræðið ===
 
[[Føroyar]] vóru eitt sjálvstøðugt land, frá tí at tey fyrstu norrønu niðursetufólkini úr [[Noreg]]i og norrønt ávirkaðum bretskum oyggjum og strandaøkjum, m.a. [[Orknoyggjar|Orknoyggjum]] og [[Hetland]]i, búsettust her fyri góðum ellivuhundrað árum síðan. Eftir norrønum siði vórðu rættiliga skjótt skipað [[ting]] um í oyggjunum, og felags fyri allar føroyingar var tingið í [[Tinganes]]i í [[Tórshavn]], har allir frælsir menn kundu møta til tess at greiða ósemjur og tingast um felagsmál landsins. Tingið gav lógir og dømdi í rættarmálum, umframt at altingið eisini viðgjørdi ymisk mál av felags týdningi fyri føroyingar. Í nøkur ættarlið hava Føroyar havt hesa støðu sum eitt sjálvstøðugt og óheft land. Sambært [[Føroyingasøga|Føroyingasøgu]] fóru Føroyar undir norskan kong á døgum Leivs Øssursonar og Magnusar kongs Ólavssonar í 1035-1045. Noregsøga frá uml. 1180 sigur frá, at tá lótu føroyingar Noregskongum skatt. Føroyar vóru skattland, onkuntíð nevnt [[atland]], hjá Noregskongi. 

Í sambandi við Napoleonskríggini var kongur [[Danmark]]ar og [[Noreg]]s fyri stórum missi av landaøkjum. Fjórða grein í friðarsáttmálanum frá Kiel í 1814 segði, at kongsríkið Noreg skuldi latast [[Svøríki]]s kongi, “men Færøerne, Grønland og Island er ikke deri indgrebne”. <ref>http://www.kongehuset.no/artikkel.html?tid=30100</ref> Hetta varð endaliga váttað av uttanríkisráðharra Noregs og Svøríkis í 1819. Í tíðini beint eftir skilnaðin millum Noreg og Danmark í 1814, síggjast Føroyar, Grønland og Ísland ájøvn við Vesturindisku oyggjarnar ''[[Amerikonsku Jómfrúoyggjar|Dansk Vestindien]]'' nevnd sum koloniir í flestum millumtjóða sáttmálum, sum Danmark ger.