Munurin millum rættingarnar hjá "Føroyskt mál"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 18:
}}
 
'''Føroyskt''' er høvuðsmálið í [[Føroyum]]. Føroyskt er almenna málið í Føroyum, og tað er tjóðarmál føroyinga. Harafturat verður nógv føroyskt tosað í [[Danmark]] og [[Ísland]]i. Í [[Føroyar|Føroyum]] tosa 48.000 fólk føroyskt, í [[Danmark]] umleið 25.000 og í [[Ísland]]i umleið 5.000, so samlaða talið av fólkum, ið duga føroyskt liggur um 75-80.000. Føroyskt er tí í altjóða høpi eitt lítið mál. Føroyskt mál hevur fýra kasus[[føll]]um og trý kyn, og grammatiski málbygningurin líkist ógvuliga nógv íslendskum, meðan orðatilfarið og í summum lutum úttalan líkist norska landsmálinum.
 
[[Venceslaus Ulricus Hammershaimb]] er kendur sum faðirin at [[skriftmál]]i føroyinga. Tað var hann, sum skapti okkum skriftmálið so at siga í sama líki, sum vit kenna tað í dag, og hann eigur soleiðis stóra æru fyri, at føroyingar varðveittu skriftmálið. Tað er einki at ivast í, at føroyska málið var fyri stórum hóttafalli, tá ið trúbótin uml. 1540 varð sett í gildi í Føroyum tí tá fór prestaskúlin fyri bakka, soleiðis at kirkjumálið gjørdist [[Danskt mál|danskt]] burturav.