Munurin millum rættingarnar hjá "India"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 6:
motto = ''Satyameva Jayate''|
mynd_positión = India_(orthographic_projection).svg|
alment_mál = [[Hindi (mál)|Hindi]], [[Enskt (mál)|Enskt]]<sup>1</sup>|
høvuðsstaður = [[New Delhi]]|
forseti_heitið = Forseti|
Linja 27:
}}
 
'''Lýðveldið India''' ([[Hindu (mál)|hindu]]; ''भारत गणराज्य'', [[Enskt mál|enskt]]; ''Republic of India'') er eitt stórt land í [[Asia|Eysturásia]]. India hevur mark við seks lond: Í vesturi hevur India mark við [[Pakistan]], í norðri við [[Nepal]] og [[Fólkalýðveldið Kina|Fólkalýðveldi Kina]], og í eystri við [[Bangladesj]], [[Butan]] og [[Burma]]. Tað er heimsins 7. størsta land og hevur 1,2 milliardir íbúgvar. <ref>https://www.cia.gov/library/publications/the-world-factbook/geos/in.html</ref> India er størsta fólkaræði í heiminum. Eini 450 milliónir fólk hava valrætt. Fleiri enn 200 [[mál]] verða talað, men høvuðssmálið er [[Hindi (mál)|hindi]], sum er móðurmál hjá um 40 % av fólkinum. Í India er [[Hinduisma|hindulæran]] størsti [[átrúnaður]].
 
Í 1620 gjørdi [[Danmark]] eina handilstøð í [[Trankebar]] í útsynningspartinum av India. Í 1845 seldi teir øki til Bretland.<ref>http://www.denstoredanske.dk/Danmarks_geografi_og_historie/Danmarks_historie/Dansk_kolonihistorie/Tranquebar</ref>
 
== Søga ==
Linja 55:
=== Matur ===
 
Mangir indarar eta bara grønmeti og [[frukt]]. Eftir trúgv teirra er skeivt at drepa [[dýr]] og eta tey. Flestir [[Hinduisma|hinduar]] eta ikki [[neyt]]akjøt, tí at fyri teimum er [[kúgv]] heilagt [[dýr]], og [[muslimar]] eta ikki [[svín]]akjøt. [[Matur]]in er ymiskur um alt landið. Vanligur indiskur rættur eru nógvir kryddaðir grønmetisrættir, so sum ''dhal'' (flatbønir), ''dahi'' (jogurt), rís ella ''chappatis'' (flatbreyð) og ''poppadums''. Indarar lata nógv krydd í matin, til dømis gurkemeiu, killipipar, koriander, kumman og kardamummur.
 
== Búskapur ==
Linja 85:
=== Javnrættindi ===
 
Kynslig samvera millum [[samkynd]] er aftur ólóglig í India í 2013. Hetta er støðan, nú Hægstirættur í India hevur kolldømt ein úrskurð hjá einum lægri rætti, sum fyri fýra árum síðani segði, at kynslig samvera millum samkynd var ikki eitt brotsverk. <ref>http://www.dagbladet.no/2013/12/11/nyheter/sex/minoriteter/utenriks/samfunn/30780675/</ref> Lógargrein 377, sum hon er nevnd, hevur verið partur av indiskari lóggávu, síðani hjálandatíðinatíðina. Lógargreinin bannar fólki at hava "kynsliga samveru ímóti náttúrunnar fyriskipan." Í úrskurðinum sigur Hægstirættur, at gamla lógargreinin hevur rættargildi, og at tað er lóggávutingið, ið má gera av, um hon skal varðveitast ella ikki. [[Amnesty International]] sigur, at úrskurðurin er stórt bakkast fyri indiska samfelagið, og at landið við hesum er sett mong ár aftur í tíðina, tá talan er um at verja grundleggjandi borgararættindi <ref>http://www.cnn.com/2013/12/11/world/asia/india-same-sex-relationship/</ref>.
 
== Landafrøði ==
Linja 137:
=== Yvirgangur ===
 
Tað er stórur vandi fyri yvirgangsálopi í India. Vandin er størstur í norðaru serstatunum [[Jamma]] og [[Kashmir]], men eisini aðra staðnis í India er vandi fyri yvirgangsálopi. [[Mumbai]] bleiv tann 26. november og náttina til 27. november 2008 rakt av eini seriu av samskipaðum yvirgangsálopum rættað móti m.a eini sera upptiknari jarnbreytarstøð (Chatrapati Shivaji), einari vælumtóktari matstovu (Café Leopold), einum fyritøkuraðhúsi (Nariman House), tveimum sjúkrahúsum (Cama og Albless) og tveimum internationalum hotellum (Taj Palace Hotel og The Oberoi Trident Hotel). <ref>http://www.nytimes.com/2008/11/30/world/asia/30mumbai.html?partner=permalink&exprod=permalink&_r=0</ref> Umframt hetta kom eisini tilvildarlig skjóting frá yvirgangsfólkunum í smáum bólkum frá minnisverkinum Gateway of India til hesi mál. Yvirgangsfólkini tóku gíslar fleiri staðni, og ikki fyrr enn sunnudagin 30. november 2008 kundi tann indiski myndugleikin vátta, at gíslastøðan var endað. 165 deyð og 304 særd, íroknað útlendingar. Tann 25. juli 2008 bleiv tann suðurindiski býurin [[Bangalore]] raktur av eini seriu upp á átta bumbur. Bumburnar, ið vóru plaseraðar ymsa staðni í býnum, drupu tvey og særdu fleiri, tó ongan útlending.
 
=== Kriminalitetur ===