Munurin millum rættingarnar hjá "India"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 14:
vídd = 3.287.590|
vatn = 0,095 %|
íbúgvar = 1,220236,800344,359631|
íbúgvar_ár = 20132014|
íbúgvar_km2 = 329|
fullveldi = [[1947]]|
Linja 27:
}}
 
'''Lýðveldið India''' ([[Hindu (mál)|hindu]]; ''भारत गणराज्य'', [[Enskt mál|enskt]]; ''Republic of India'') er eitt stórt land í [[Asia|Eysturásia]]. India hevur mark við seks lond: Í vesturi hevur India mark við [[Pakistan]], í norðri við [[Nepal]] og [[Fólkalýðveldið Kina|Fólkalýðveldi Kina]], og í eystri við [[Bangladesj]], [[Butan]] og [[Burma]]. Tað er heimsins 7. størsta land og hevur 1,2 milliardir íbúgvar. India er størsta fólkaræði í heiminum. Eini 450 milliónir fólk hava valrætt. Fleiri enn 200 [[mál]] verða talað, men høvuðssmálið er [[Hindi (mál)|hindi]], sum er móðurmál hjá um 40 % av fólkinum. Í India er [[Hinduisma|hindulæran]] størsti [[átrúnaður]].
 
Í 1620 gjørdi [[Danmark]] eina handilstøð í [[Trankebar]] í útsynningspartinum av India. Í 1845 seldi teir øki til Bretland.
 
== Søga ==
''Høvuðsgrein: [[Indisk Søga]]''
 
India hevur eina langa søgu. Tað verður mett, at tað hava búð fólk í India fyri 2 mió. árum síðani. Í [[16. øld]] var India býtt í [[Hinduisma|hinduríki]] og [[Islam|muslimsk]] ríki, sum javnan kríggjaðust sínaámillum. [[Babur]] (23. februar 1483 – 5. januar 1531), sum var [[Turkaland|turkiskur]] muslimur og ættaður frá [[Dengis Kan]] og [[Timur Lenk]], fekk ræðið í kongsríkinum [[Kabul]] í [[Afganistan]]. Babur dámdi ikki í India. Hann skrivaði, at landið var plágað av hita, dusti og vindi. Hann gjørdi urtagarðar fyri at fríðka um, har hann búði. Hesir friðsælu garðar, har trø og blómur angaðu, og løkir tutlaðu, mintu hann um heimlandið [[Samarkand]] og muslimska paradísið. Hann var stórlátaður valdsharri og gjørdi innrás í India, sigraði á sultáninum í [[Delhi]] í 1526, og helmaði ikki í, fyrren hann kom eystur at bengalska markinum. Tað, sum Babur hevði lagt undir seg, varð kallað [[Mogulríkið]], frábrigdi av [[orð]]inum ''mongol'', sum segði frá, hvaðan hann var ættaður. Tá ið Babur doyði í 1530, megnaðu eftirmenn hansara ikki stýra sum hann. Sonur hansara [[Humayun]] (17. mars 1508 – 4. mars 1556) var ikki mentur at halda saman um ríkið. Ein afganskur høvdingi, [[Sher Kan Suri]] (1486 – 22. mai 1545), tók [[Agra]] og [[Delhi]] í 1540, og ikki fyrr enn í 1555 tók [[Humayun]] býirnar aftur. Sonur hansara [[Akbar Mikli]] (15. oktober 1542 – 17. oktober ella 27. oktober 1605) endurreisti [[Mogulríkið]] og vaks ríkið í allar ættir. [[Akbar Mikli|Akbar]] vaks ríki sítt vestan úr [[Gujarat]] eystur til [[Bengal]] og suður eftir til norðara part í [[Deccan]]. Hann læt [[Hinduisma|hinduar]] hava [[átrúnaður|átrúnað]] sín í friði og náðum og vissaði sær soleiðis stuðul frá teimum og fekk eisini bøndurnar í part við sær, tí at hann lækkaði skattin. [[Akbar Mikli|Akbar]] umskipaði landsins stýri, so at høgir embætismenn kundu hava bæði hernaðarligt og sivilt starv. Teir vóru væl løntir, men kundu ikki fáa sær fastan bústað.
 
Mogulherdeildirnar vóru gitnar fyri villskap og dirvi í bardaga. Tá ið [[Akbar Mikli|Akbar]] skuldi venja sínar bestu hermenn, tók hann teir við sær at veiða. Menninir gjørdu ring uttan um veiðidýrini, og stórmogulurin og aðalsmenn hansara drupu tey.
Line 60 ⟶ 62:
Hóast fátækradømið er stórt nógvastaðni, er India av fremstu [[ídnaðarlond]]um í heiminum. Bæði í ídnaðinum og landbúnaðinum eru gjørd stór framstig seinastu 25 árini, og tað hevur eggjað útlendskum fyritøkum at gera íløgur í landinum. I India er búskaparmenning við tølum, sum annars bara [[Kina]] hevur borgað fyri. Í 2011 verður roknað við, at vøksturin í indisku bruttotjóðarúrtøkuni verður 9 pst. Tjúgu ár við samfeldum búskaparvøkstri sæst aftur í menningini - eisini hjá teimum fátæku. Men ikki allir partar av India njóta ágóðan av búskaparvøkstrinum. Menningin er ójøvn í ymsu landspørtunum. Og tað er ikki altíð í teimum landspørtunum við mesta búskaparvøkstrinum, at positiv úrslit síggjast aftur í heilsustøðuni.
 
Ein av størstu trupulleikum, sum India leingi hevur drigist við, er at útvega nóg mikið av mati til fólkið, ið alsamt fjølgast. Nú á døgum er India sjálvbjargið við mat, tí [[korn]]- og rísgrøðin er trífaldað, síðan landið gjørdist frælst í 1947. Framgongdin stendst lutvíst av "grønu kollveltingini" í [[1960-árini|1960-árunum]], tá ið stórar nýskipanir vórðu gjørdar í landbúnaðinum. Tá var m.a. farið at velta kornsløg og ríssløg, sum fruktaðu væl betur.
 
Stórur vøkstur hevur verið í ídnaðinum, síðan landið gjørdist frælst ríki. Verksmiðjurnar gera til dømis mat, bilar, [[Flogfar|flogfør]], telduútbúnað og rúmdarrakettir. Evnafrøðiídnaðurin er stórur, og klæði og leðurvørur eru týdningarmikil útflutningur. Um helvtin av tí, sum verður gjørt í India, verður gjørt í smáum ættarfyritøkum, sum gera messingssmíð, leðurvørur, plátur og lutir úr viði. Sjálvt um landi í løtuni hevur ein av teimum skjótast vaksandi búskapinum í heiminum, eru tað umleið 400.000.000 sum liva í stórum fátækradømi, her er markið um ein forvinnur undir 7 kr. um dagin.
 
== Fólkið ==
Line 68 ⟶ 70:
=== Átrúnaður ===
 
Nógvir trúarbólkar eru í India og nógv tann størsti er [[hinduisma]]. Har trúgva tey uppá nógvar ymiskar gudar. Tey trúgva at tá tey doyggja, verða tey endurfødd í einum øðrum líki. Skikkar man sær illa kann ein vera føddur sum [[hundur]] ella annað [[djór]]. Hevur man liva sum bóndi og skikka sær væl og doyr, kann man vera føddur inn í eina ríka familju. Tað besta sum kann henda er, at tey ikki verða fødd aftur men fara í nirvana, eitt slag av himmal har einki er. Kasti skipanin er nú forboðin í India, men enn virkar hon, serliga í bygdunum. Kasti skipanin ger at fólkini eru bólkaði í 7 ymiskar kastir. Tann hægsta kastin er bramin. Prestar og týðandi leiðarar eru føddir inn í bramin kastina. Tað var ikki loyvt fólki frá einari kast, at blanda seg við eina aðra kast og slett ikki at giftast við einum frá einari aðrari kast. Tann lægsta kastin er tey kastu leysu. Tað eru um 160 mió. kastu leys. Um tvey frá hvør sínari kast giftust og fingu børn, gjørdist tey øll kastu leys. Um ein hevði uppført seg væl og doyði, bleiv viðkomandi føddur inn í eina hægru kast.
Mangir [[Átrúnaður|átrúnaðir]], mong [[mál]] og mangar mentanir eru í India. Tríggir av størstu átrúnaðunum í heiminum - [[hinduisma]], [[buddisma]] og [[sikhisma]] - tóku seg upp her. India, eitt land, har flest fólk eru hinduistar, hevur fleiri [[muslimar]] enn øll hini londini í heiminum, uttan [[Indonesia]] og [[Pakistan]].
 
Mangir [[Átrúnaður|átrúnaðir]], mong [[mál]] og mangar mentanir eru í India. Tríggir av størstu átrúnaðunum í heiminum - [[hinduisma]], [[buddisma]] og [[sikhisma]] - tóku seg upp her. India, eitt land, har flest fólk eru hinduistar, hevur fleiri [[muslimar]] enn øll hini londini í heiminum, uttan [[Indonesia]] og [[Pakistan]]. Flestir indarar eru hinduar, men eisini eru mangir aðrir átrúnaðir, til dømis sikhisma og [[jainisma]]. Sikhar trúgva á ein gud. Størsti halgidómur teirra er [[Gylta Templið]] í [[Amritsar]] í [[Punjab]] í Norðurindia. Mong sikhisk mannfólk hava vavhúgvu, turban, um høvdið sum tekin um reinleika. Jainisma líkist hinduismu. Jainistarnir hava djúpa virðing fyri øllum livandi.
 
=== Mál ===
 
Tað verða tosað yvir 100200 [[mál]] í India, harav 24 verða tosað av meiri enn 1 millión fólkum. Harafturat eru umleið 1500 ymsar dialektir. 17 ymisk almenn skriftmál verða nýtt (tey kunnu millum annað síggjast á pengaseðlunum við Mahatma Gandhi á). Almenna málið í India er [[Indo-evropeisk mál|indo-evropeiska]] málið [[Hindi (mál)|hindi]]. Hindi er avleggari av tí nú deyða málinum sanskrit, sum ariarir høvdu við sær, tá teir gjørdu innrás í landið. Konkani er eitt indo-ariskt mál, ið indiski etniski bólkurin konkani-fólkið tosar. Konkani verður tosað í konkani-landspartinum, sum fevnir um eitt nú Goa. Málið verður bæði skrivað við devangari (devangari er eitt alfabet, ið verður nýtt til at skriva fleiri av indisku málunum) og tí latínska alfabetinum. Konkani hevur verið í vanda fyri at doyggja út. Tann ógvusliga vesturlendska ávirkanin í India hevur havt við sær, at [[Enskt mál|enskt]] (og [[Portugisiskt mál|portugisiskt]] í Goa) eru vorðin nógv brúkt mál millum [[katolikkar]], meðan hindu-nationalisman hevur gjørt, at marathi er blivið eitt nógv brúkt mál millum hinduar. Hetta rák bleiv steðgað í 1985 av eini sterkari konkani-rørslu í Goa, sum hevði stóra undirtøku frá báðum teimum átrúnaðarligu bólkunum.
 
== Politikkur ==
Line 88 ⟶ 90:
''Høvuðsgrein: [[Indisk Landafrøði]]''
 
India er um 3.287. 263 km<sup>2</sup> til støddar. Til samanbering er Føroyar 1.400 km<sup>2</sup>. Longdin millum suður og norð er 3.214 km og millum eystur og vestur 2.933 km. Stóra, fjølbroytta landið India er sjeynda landið í heiminum í stødd, og har býr mest fólk næst eftir [[Fólkalýðveldið Kina|Fólkalýðveldinum Kina]]. India er skipa í 28 statum og har búgva 1,236,344,631 fólk í 2014.
 
[[Mynd:IndiaNumbered.png|thumb|300px|Landslutir í India.]]