Munurin millum rættingarnar hjá "Kol"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 7:
== Upprunin til kol

 ==
 
Kolið, vit brenna, er fleiri millióna ára gamalt. Tað er komið til fornum gróðri á okkara leiðum í einum heitum og gróðrarmiklum tíðarskeiði í jarðarsøguni. So hvørt sum fræ, leyv, deyðar greinar og viðarbular savnaðust í skógarlendinum, kom rot í. Sum frá leið, kom hetta tilfar undir farg av tyngdini á grótinum, sum legðist omaná, vatnið varð kroyst burtur úr tí, og so við og við gjørdist tað fyrst til mógv og seinni til kol, sum treytað av hvussu høgt trýstið og hitin hava verið, verður flokkað í fimm ymisk kolasløg. Fyrsta kolið var sumstaðni til longu fyri 300 mió árum síðan. [[Trø]] og [[plantur]] skolaðu við ánni út í vatnið, og lógu seinni undir í runu. Tá ið planturnar tornaðu so líðandi í rununi, vórðu tær til mógv. Turkaður mógvur verður torv. Føroyingar skóru nógv torv fyrr. Nakað av mógvinum gjørdist av trýsti og hita til brúnkol. Brúnkol varð m.a. høgt í [[Jútland]]i [[Seinna heimskríggj]]i. Føroyska kolið er á markinum ímillum steinkol og brúnkol. Í [[Suðuroy]] hava teir høgt kol í [[Randabotni]] og í [[Hvalba]]. Teir góvust í Rangabotni í 1970, men í Hvalba verður høgt eitt sindur enn. Í mong hundrað ár máttu menn høgga kolið við hond. Nú brúka teir trýstluftborar og [[Teldur|teldustýrdar]] gravkýr.
 
Fólk hava, har sum kolið er, í fleiri túsund ár havt kol til brenni. Tey funnu kolamolar í homrum og bóru til hús. Men tey høgdu ikki kol, sum tey gera nú. [[Bretland|Bretar]] vóru fyrstu menn, sum fóru at høgga kol at selja; tað var fyrst í [[18. øld]]. Kolið varð selt til húsbrúk í teimum stóru býunum. Seinast í 18. øld kom trongdin eftir koli at økjast, tí tá var dampmaskinan, sum gongur við koli, tikin í nýtslu í ídnaðarhúsum, smiðjum og vevstovum um alt landið. Tá fóru menn av álvara at grava seg niður í jørðina eftir koli, og kolagrevstur kom at vera ein týðandi táttur í tí [[Ongland|enska]] búskapinum. Kol hevur til okkara dagar verið høvuðsbrenni í heiminum, men verður nú meira og meira otað burtur av gassinum og oljuni.