Munurin millum rættingarnar hjá "Fakfeløg"

Content deleted Content added
Linja 3:
 
==Arbeiðararørslan í Føroyum==
Flestir løntakarar í Føroyum eru limir í fakfelag. Víða um landið eru smá feløg, sum so flestøll eru savnað í landsfelag. Í 1910 gingu gøtumenn á odda at seta [[Føroya Fiskimannafelag]] á stovn, og í november í 1911 var tað komið í lag. Hinvegin tóku reiðararnirvseg eisini saman í felag og stovnaðu Føroya Reiðarafelag í 1908. Fyrsta arbeiðsmannafelag, Enigheden, varð stovnað í 1915, og fyrsta kvinnufelagið, Fiskepigernes Fagforening, í 1922, bæði á [[Tvøroyri]]. Endamálið er at røkja áhugamál limanna og at vinna teimum betri arbeiðskor. Gjøgnum tíðirnar hava løntakar í Føroyum eins og í øðrum londum vunnið sær rættindi, ið tey ikki høvdu fyrr, t.d. Er arbeiðvikan nú 40 tímar hjá limum í Føroya Arbeiðarafelag og 39 tímar um vikuna hjá Starvsmannafelagnum. Menn og kvinnur fáa nú somu løn sambært sáttmálunum. Limir í Føroya Arbeiðarafelag hava rætt til 5 vikur feriu, meðan limir í Starvsmannafelagnum hava rætt til 5 vikur feriu og 5 dagar feriudagar um árið. Limir í Føroya Arbeiðarafelag hava rætt til 10% í eftirløn frá arbeiðsgevaranum (2014), meðan limir hjá Starvsmannafelagnum hava rætt til 14% í eftirløn frá arbeiðsgevaranum umframt at arbeisgevarin rindar 1% av lønini í tryggingargrunn. Eftirlønin er rættiliga ymisk hjá ymisku fakfeløgunum, limir í Pedagogfelagnum fáa ávikavist 12% til pedagogar og 10% til hjálparfólk, tó hava hjálparfólk ikki rætt til eftirløn tað fyrsta ári ið tey eru í starvi. Øll fakfeløg hava ásetingar um yvirtíð, har ið limir teirra hava rætt til hægri løn um arbeitt verður longri enn tað ásetta tímatali ella um arbeitt verður í vikuskiftinum ella um kvøldarnar ella um náttina. Fakfeløg hava sáttmálar við avvarndi arbeiðsgevarafelag ella við Fíggjarmálaráðið, og so hava tey eisini lønartalvur, har í starvsfólk vera plaseraði í lønarflokkar og stig. Nøkur fakfeløg hava eisini ásetingar um viðbøtur, sum ávís starvsfólk kunnu hava rætt til, talan kann vera um ískoti fyri førleikagevandi skeið ella útbúgvingar ella um ískoyti fyri t.d. skitið arbeiði vm.
 
== Føroysk fakfeløg ==