Munurin millum rættingarnar hjá "Manaus"

Content deleted Content added
skrivaði meira tekst
sNo edit summary
Linja 25:
Býurin varð settur á stovn í 1669 sum ein skansi, ''Fort of São José do Rio Negro''.<ref>[http://www.buzzle.com/articles/major-cities-of-brazil.html Foundation of Manaus]</ref> Skansin gjørdist [[býur]] (town) í 1832 við navninum "Manaus", sum merkir "móðir gudanna" hetta til æru fyri upprunafólkinum [[Manaós]], og varð formliga gjørdur til ein stórbý (city) hin 24. oktober 1848 við navninum ''Cidade da Barra do Rio Negro'', [[Portugisiskt mál|Portugisiskt]] fyri "Býurin við markið á Svørtu Ánni". 4. september 1856 fekk býurin aftur verandi navnið Manaus.<ref>[http://www.ywamcity.org/city.asp?id=86 About Manaus]</ref>
 
Manaus hevur eitt vakurt operahús, sum varð bygt í tíðini, tá býurin var miðdepil fyri gummiframleiðslu. Nógv verður útflutt úr Manaus, eitt nú nøtir, gummi, timbur, krokodilluskinn og [[kakao]]. Býurin hevur ein altjóða flogvøll, Eduardo Gomes. Fyri at fáa útlendskar fyritøkur at koma til býurin virkar býurin sum eitt fríhandilsøki.
 
Býurin verður ein av vertsbýunum til [[HM í fótbólti 2014|heimsmeistaraskapin í fótbólti]], har Brasil er vertstjóð.<ref>[http://fifa2014wiki.com/fifa-2014-host-cities-and-venues/69/ FIFA 2014 Host Cities and Venues]</ref>