Munurin millum rættingarnar hjá "South Carolina"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 132 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q1456 (translate me)
sNo edit summary
Linja 31:
|}
 
'''South Carolina''', á [[Føroyskt mál|føroyskum]] ofta nevndur '''Suðurcarolina''', ([[Enskt mál|enskt]]: ''State of South Carolina'') er lutstatur í [[USA|Sambandsríki Amerika]] við umleið 4,3 mió. íbúgvar. [[Høvuðsstaður]]in og størsti býurin er [[Columbia]]. Í [[1788]] bleiv Suðurcarolina lutstatur í [[USA]]. Í norðri hevur Suðurcarolina mark við [[North Carolina]] og í suðri við [[Georgia (USA)|Georgia]]. Í eystri liggur [[Atlantshav]]ið. Eyknevni hansara er ''The Palmetto State'' (Palmetto er eitt slag av pálmi).
 
[[Nikki Haley]] (fødd [[20. januar]] [[1972]] í [[Bamberg]], Suðurcarolina) er guvernørur. Hon umboðar [[Republikanski Flokkurin|republikanararnar]]. Haley er amerikanari, ættaður úr [[India]].
 
== Søga ==
 
Eftir ferðir [[Kristoffur Kolumbus|Kolumbusar]] til [[Karibia]] gjørdu nógvir evropeiskir sjófarar rannsóknarferðir til [[USA]]. Teir fóru at leita eftir gulli og øðrum ráevnum og at hyggja eftir londum, har [[Evropa|evropearar]] kundu búseta seg. Í Carolina funnu evropeiskir rannsóknarfarar átuligar fruktir, sum teir ongantíð høvdu sæð fyrr. Tað vóru til dømis chili, [[mais]] og [[kakao]]. Teir tóku fruktirnar heim aftur við sær til [[Evropa]]. Nógvir ævintýrarar fóru eisini til Carolina at leita eftir gulli.
 
[[Yamaseefólkið]] loypur á niðursetubygd í Eystur-Suðurcarolina í [[apríl]] [[1715]], og mangir hundrað [[Ongland|enskir]] niðursetumenn verða dripnir. Trælauppreistur skakar Suðurcarolina í [[1739]].
 
== Búskapur ==
Linja 45:
=== Ídnaður ===
 
Ídnaðurin í statinum er fjølbroyttur, og landbúnaðurin er ógvuliga framkomin. Har verður gjørt millum annað [[Flogfar|flogfør]], jarnbreytarvognar, [[bilar]], traktorar og aðrar landbúnaðarmaskinur, alt verður tilvirkað við bestu amboðum og í best hóskandi sniði. Carolinskur varur eru tí nógv eftirspurdar, helst bilarnir og landbúnaðarmaskinurnar eru væl umtókt.
 
Tað eru ofta stór samtøk, sum eiga ídnaðarvirkini, og tey leggja stóran dent á at leggja fremleiðsluna soleiðis til rættis, at tað mest møguliga arbeiðið verður gjørt við maskinum, og tí er talið á arbeiðsfólki ofta lítið. Hesi feløg hava eisini kønar teknikarar og verkfrøðingar at gera royndir til at fáa gjørt fremleiðsluna betri og betri ella at finna tól, sum kunnu spara fólk, og soleiðis gera tað, ið tey fremleiða, bíligari.