Munurin millum rættingarnar hjá "Jamaika"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 35:
Íðnaðurin í Jameika er fjølbroyttur. Har eru [[Olja|oljureinsiverk]], [[Telda|telduvirki]] og klædnavirki. Mong steinsløg verða brotin, av teimum er aluminiumsmálmur tað týdningarmesta. Ein vinnuvegur, ið vindur nógv upp á seg, er teldutilbúnaður, ið til dømis er at forrita og viðgera teldulutir og síðan senda teir til telduvirki í [[USA]], har teldurnar verða gjørdar lidnar. Í [[Karibia]] er vanligt, at útlendsk feløg eiga hesar teldufyritøkur, men í Jameika eiga fólk har meginpartin.
 
Umframt ídnað og ferðavinnu hevur [[landbúnaður]]in eisini stóran búskaparligan týdning í Jameika, og mong fólk arbeiða í banan-, [[kaffi]]-, [[kakao]]- og sukurlundum. Mangir jameikanar liva eisini av fiskiveiði, ella teir eiga ein jarðarteig og dyrka sær sínar egnu búnaðarvørur.
 
== Handil ==