Munurin millum rættingarnar hjá "Gana"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 55:
Gana skuldi verið lutfalsliga ríkt land. Tilfeingið er nógv - [[olja]], gull, aluminiumsmálmur, o.s.fr. Har fruktar væl, fólkið er ungt og eitt hitt best skúlaða í [[Afrika|Vesturafrika]]. Men í mong ár hava politisku viðurskiftini verið ótrygg, lítið hevur fingist fyri útsluttu vørurnar, og fíggjarligt óskil og vanstýri hava steðgað búskaparligu menningini í Gana.
 
Í Gana hava menn fingið nógv gull úr jørðini og fáa tað enn, men meginútflutningsvøran er [[kakao]]. Kakao er ovurstór vinna í Gana, og onkuntíð er kakao upp í 80 % av útflutninginum í landinum um árið, men Gana er nú í harðari kapping við grannalandið [[Fílabeinsstrondin]]a og lond úr [[Landsynningsasia]] um altjóða kakaomarknaðin. Gana framleiðir okkurt um triðingurin av øllum kakao í heiminum. Teir fáa eisini nógv jarn og mangan úr jørðini. Mangan er ein málmur, sum teir blanda upp í rájarn, tá ið teir gera tað til stál. Í jørðini eru storar mongdir av reyða leirinum, sum teir kalla ''bauxit''. Bauxit verður m.a. nýtt at framleiða [[aluminium]] við.
 
{{Afrika}}