Munurin millum rættingarnar hjá "Mayafólkið"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 40 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q45914 (translate me)
sNo edit summary
Linja 6:
== Átrúnaður ==
[[Mynd:Maya-Maske.jpg|thumb|right|250px|Høgda steinsúlan í [[Copán]] vísir høvur og hendur á einum Mayavaldsharra, umgyrdum av skriftteknum, sum siga frá tilburðum í lívi hansara.]]
[[Átrúnaður|Átrúnaðarlig]] hátíðarhald høvdu týðandi leiklut í tilveru mayafólksins. Í mongum býarríkjum stýrdu bæði aðalsmenn og prestar. Bygningssniðið á tempulpýramidunum, sum vóru týdningarmestu bygningar í býnum, var kanska gjørt eftir templunum í [[Teotihucan]]. Oddamenninir í ríkinum vórðu ofta jarðaðir í teimum. Í 1950-árunum var funnin ein steinkista (sarkofak) við steinloki í innsiglistemplinum í [[Palenque]]. Í kistuni lá beinagrindin av einum manni. Beinagrindin var vundin í líkverju av [[bummull]] og skrýdd við skartlutum av játusteini og perlumóður, tað bar boð um tign og týdning hansara, meðan hann livdi. Sum fólkið í Tetohuacan og mongum øðrum [[Latínamerika|latínamerikonskum]] mentanum, tilbóðu mayar gátuføra [[Jaguarur|jaguarin]] ella kattargudin. Hjá mayafólkinum ráddi hann í undirheiminum og veitti teimum dirvi, sum fóru í bardaga. Mayar høvdu eisini mangar aðrar gudar. Teir trúðu, at teir kundu blíðka gudarnar, offraðu teir mannablóð. Fólk skóru seg sjálv, lótu blóðið renna í eitt ílat og bóru gudunum sum offrað. Blóðtøka var hildin at reinsa. Stundum vórðu mong menniskju dripin og løgd tætt við líkið av einum mætum manni, sum varð jarðaður í eini tempulpýramidu, so at andar teirra kundu fylgja honum hinumegin.
 
== Hygg eisini at ==