Munurin millum rættingarnar hjá "Alabama"

Content deleted Content added
Werddemer (kjak | íkøst)
No edit summary
sNo edit summary
Linja 35:
== Búskapur ==
[[Mynd:Parchman_prison_convict_labor_1911.jpeg|thumb|left|250px|[[Afroamerikanarar|Afroamerikanska]] fólkið í Alabama er ættað frá [[Afrika|afrikonsku]] trælunum, sum við valdi vórðu fluttir til Alabama at arbeiða í lundunum.]]
[[Bummull]] verður slitin í alt Alabama. Suður móti [[Meksikoflógvin|Meksikohavi]] er ógvuliga heitt og váligt við hvørt, og tað er veðurlag, sum hóskar bummullini, meðan hon stendur í vøkstri, kulda tolir hon ikki, og tað kann henda, tá ið hann legst við høgætt, at hon kann gera stóran skaða upp á bummullina. Bummullargarðarnir eru oftast ógvuliga stórir í Alabama, og fyrr tørvaði teimum heilt nógv arbeiðsfólk. Nú nýta teir maskinur at heysta bummullina við, og hetta hevur ført við sær, at arbeiðsfólkið á gørðunum er nógv minkað í tali. Fyrr í tíðini høvdu teir [[Trælur|trælir]], sum teir førdu úr [[Liberia]], í [[1863]] gjørdust menninir frælsir.
 
Annars verður nógv av soyabønum dyrkað í Alabama, og suður móti [[Meksikoflógvin|Meksikohavi]] er so ógvuliga heitt, at har veksur bæði appilsinir, sukurrør, rís og aðrar [[fruktir]]. Um summarið liggur hann mest inn av [[Meksikoflógvin|Meksikohavinum]], og luftin verður tá bæði slavin og heit. Tá er tað, teir herviligu meldurstormarnir, sum eru lágtrýststormar, taka seg upp og sora alt, sum fyri er.