Munurin millum rættingarnar hjá "Mosambik"
Content deleted Content added
VerdunamMoa (kjak | íkøst) No edit summary |
sNo edit summary |
||
Linja 29:
'''Lýðveldið Mosambik''' (alment ''República de Moçambique'') er eitt land í [[Afrika|Eysturafrika]]. Tá ið Mosambik gjørdist frælst ríki í [[1975]], flýddu gomlu valdhavarnir, [[Portugal|portugisar]], av landinum, men áðrenn høvdu teir oyðilagt nógvar verksmiðjur og flutningskervið. Drúgv borgarakríggj, turkur og vatnflóð hava síðan verið atvold til, at landið er vorðið av fátækastu londum í heiminum. Minur frá krígnum sløðast um alt landið, og fáar brýr standa uppi. Men Mosambik skuldi havt góðar møguleikar at komið fyri seg aftur. Tilfeingið er nógv, jørðin er fruktagóð, og stórar lindir av ymsum steinsløgum eru mest sum órørdar.
Í
Meiri enn 85 % av fólkinum í Mosambik arbeiða í landbúnaðinum. Bøndurnir dyrka m.a. [[sukur]], [[bummull]], [[te]], cashewnøtir og aldinfruktir á fruktagóða lendinum fram við strondini; inni í landinum dyrka teir tubbak og halda neyt. Nógvur fiskur er á landgrunninum, og rækjur, hummari og ymiskur fiskur verða flutt út og eru kærkomin inntøka hjá illa komna búskapinum. Havnabýurin [[Beira]] við [[Indiahav]] er næststørsti býur í Mosambik og týdningarmesti havnabýur. Meginparturin av út- og innflutninginum úr grannalandinum [[Simbabvi]] fer um Beira, haðan jarnbreyt, vegur og oljuleiðingar liggja til simbabviska høvuðsstaðin Harare. Í borgarakrígnum vardu upp í 10 000 simbabviskir hermenn hesa leið, ið er sjálv lívæðrin í [[Simbabvi]].
Chopifólkið, ið býr við strondina, ger eitt ljóðføri, nevnt mbila (flt. timbila). Timbilabólkarnir spæla undir, tá ið torgreiddi dansurin migodo verður dansaður, og yrkingar við tilburðum úr bygdalívinum verða bornar fram. Timbilatónleikurin er tjóðartónleikur í Mosambik.
|