Munurin millum rættingarnar hjá "Kalsoy"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 30:
* '''[[Gunnleivur Glerfoss]]''' úr Mikladali (1948-91) var fittur í hondunum og hegnismaður. Umframt sítt handverk gjørdi hann eisini nógv við at mála og tekna. Eftir Gunnleiv finnast nógvar tekningar og málningar kring landið.
* '''[[Hans Hansen]]''' úr Mikladali (1920-1970) var nógv bundin at heimbygdini, landslagnum og fólkinum har. Hans gekk eisini nýggjar leiðir innan málningalist, hann kunnaði seg m.a. um mosaik- og frescoteknikk. Íblásturin frá frescomálningum sæst aftur í hansara oljumálningum.
* '''[[Fridtjof Joensen]]''' úr Mikladali (1920-1988) var maskinmeistari og í mong ár við fiskiskipi. Í frítíðini gjørdi hann træskurðir. Sum 47 ára gamal fór hann á myndahøggaraskúla í [[Danmark]]. Umframt træ nýtti Fridtjof eisini tilfar sum [[jarn]], [[kopar]], stál og [[aluminium]]. Standmyndir, sum Fridtjof hevur evnað til, standa í nógvum bygdum og býum kring landið.
* '''[[Poulina Joensen]]''' úr Mikladali (1921-1996) er kend fyri sínar naturalistisku málningar í ljósum, klárum litum. Hon gjørdi eisini blýantstekningar og málaði nógv á postalín.
* '''[[Eliesar í Pálsstovu]]''' (1880-1957) var hegnismaður. Hann málaði, teknaði og gjørdi træskurðir. Hann var eisini kendur fyri sínar glaseringar (mála áringar á vegg). Listaverk hjá Eliesari eru at síggja í nógvum heimum, umframt á apotekinum á Fornminnasavninum í [[Klaksvík]], har hann millum onnur hevur prýtt veggin við myndum.